At víkja undan byggir ikki land
Um hálvan desembur visti landsstýrismaðurin, at atgongdin at fiska sild í norskum sjógvi byrjaði 1. januar. Tí er tað óskiljandi, at kunngerðin ikki var lýst fyrrenn síðst í januar
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum undirritaði eina sildaavtalu við Noreg í desembur mánað, har luturin hjá Føroyum bert er 10% av mest loyvdu veiðu (mlv).
Hettar er bert helmingurin av tí, vit hava ásett okkum av sildakvotu undanfarin ár.
Hetta er eitt greitt tekin til strandalondini um, at vit ikki hava meint tað, tá vit hava sagt, at okkara lutur skal verða uml. 20 % av mlv.
Landsstýrismaðurin átti at hildið fast við tað støðið, sum vit løgdu okkum á, heldur enn at slaka og fara eftir hæli.
Avgerðin hjá landsstýrismanninum gongur ógvusligt út yvir uppsjóvarvinnuna - serliga tey, sum seinastu árini eru komin inn í vinnuna.
Ja, tað fer, saman við seinastu átøkunum frá landsstýrinum viðv. tilfongisgjaldinum, at taka grundalagið undan hesum.
Vinnan veit, at kvotur kunnu svinga nógv, og at tey skulu laga raksturin eftir tí. At landsstýrismaðurin við beráddum huga tilvitað letur seg trýsta at minka grundarlagið, kann ongin hava roknað við.
Søguna viðv. norðhavssild í føroyskum sjógvi kenna tey flestu. Vit skulu ikki á nakran hátt lata okkum ræða av, at nøgdirnar í føroyskum sjógvi svinga nógv, tí vit kunnu altíð fiska sild í føroyskum og altjóða sjógvi til góða góðsku við teimum framkomnu skipunum, sum vit hava í dag.
Nøgdirnar fara at veksa aftur, og tá kunnu vit í ríkiligt mát taka tað innaftur, um tað skuldi hent, at trupulleikar verða við at fiska tær kvotur, sum vit áseta okkum.
Vit hava ikki bert slakað ella farin eftir hæli, men lagt okkum fløt fyri norskum áhugamálum.
Vit hava goldið dýrt fyri atgongd at fiska sild í norskum sjógvi, við atgongd fyri norsk skip at fiska stórar nøgdir av svartkjafti í føroyskum sjógvi, ja, heili 267.706 tons.
Eisini hava við góðtikið ágangin frá Noreg, at brúka atgongd at fiska “russiska” kvotu av toski og hýsu í norskum øki, at trýsta okkum í samráðingum um býtið av uppsjóvarfiski.
Noreg hevur altíð brúkt sínámillum fiskiveiðuavtaluna sum jarnbrot fyri at fáa sín vilja.
Hetta kom í hæddina, tá teir slitu fiskivinnusamstarvið við Føroyar, tá vit fóru úr makrelavtaluni og seinni sildaavtaluni.
Slíkan atburð hava teir ikki í sama mun nýtt móti øðrum, tvørturímóti.
Noreg gjørdi fiskivinnuavtalu við ES, hóast ES fór úr svartkjaftaavtaluni. Sama við Bretlandi, hóast Bretland sleit makrelavtaluna frá 2014.
Noreg eigur tann størsta partin av sildakvotuni, men ikki alla sildakvotuna, sum teir ofta geva til kennar.
Landsstýrismaðurin hevur gjørt eina ringa gerð móti føroyska samfelagnum.
At landsstýrismaðurin av berum atgerðaloysi hevur søplað millióna virðir burtur við ikki at lýsa sildakunngerðina til tíðina, ger ikki støðuna betri.
Um hálvan desembur visti landsstýrismaðurin, at atgongdin at fiska sild í norskum sjógvi byrjaði 1. januar. Tí er tað óskiljandi, at kunngerðin ikki var lýst fyrrenn síðst í januar.
Landsstýrismaðurin brúkti eisini grundgevingar um burðardygga veiðu fyri at undirskriva avtaluna.
Hendan grundgevingin heldur ikki, tí støðan viðv. sildastovninum hevur onki við fiskiskapin at gera, men manglandi tilgongd. Tað er onki samband ímillum stødd av stovni og tilgongd.
Landsstýrismaðurin skuldi heldur havt hildið fast og ikki gjørt eina sildaavtalu, uttan at føroyski parturin var nærri 20% heldur enn 10%, við fullari atgongd, og ikki blanda atgongd at fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi uppí avtaluna.
At víkja undan byggir ikki land.
Jacob Vestergaard