Lýsing
Lýsing
Lýsing

Klaksvíkar HF-skeið – hálv øld við læru og trivnaði

SKRIVAÐ: kambsdalur.fo  |  13.03.2025 - 22:32 Mentan Myndarøð Tíðindi

Á elstu miðnámsútbúgvingini uttan fyri Havnina eru tað framvegis trivnaður og tørvurin hjá tí einstaka, ið er í fokus. Talið av piskum klæktar á Klaksvíkar HF-skeiði nærkast 1000, og aftur í ár hevur tú møguleika at søkja inn á fyrireikingarbreyt á Klaksvíkar HF-skeiði.

 

Gymnasialt prógv upp á 2 ár

Føroyska HF-prógvið er framvegis eitt fult gymnasialt prógv, ið gevur beinleiðis atgongd til flestu hægri útbúgvingar á jøvnum føti við aðrar miðnámsútbúgvingar. Tey flestu ganga á HF-skeiðnum í tvey ár og fara so víðari, men er tørvur á longdari lestrartíð, so er hetta eisini ein møguleiki.

Sigrun Skálagarð er deildarleiðari og undirvísir í støddfrøði og alisfrøði. Nikolina Olsen, sum er lestrarvegleiðari, undirvísir eisini í enskum, donskum og lestrarmenning. Tær eru báðar fyrrverandi næmingar á Klaksvíkar HF-skeiði og eru hollar í ráðum hjá øllum, sum umhugsa at fáa eina miðnámsútbúgving.

 

Spennandi søga

Klaksvíkar HF-skeið hevur eina spennandi og týdningarmikla søgu. Fyrstu HF næmingarnir tóku prógv í Klaksvík í 1976. Tá ið næmingarnir vera lidnir við próvtøkuna í summar, vera tað umleið 900, sum hava lokið prógv á Klaksvíkar HF-skeiði.

Hjá mongum, sum høvdu mist mótið um eina útbúgvingarleið, eru vónin og treystið kveikt av nýggjum á hesum góða skúla, har nógvu dugnaligu lærararnir undir leiðslu Sigrunar, leggja nógv fyri, so úrslit og trivnaður verða góð.

Talan er um eina lítla skúlaeind og júst hetta ger skúlan serstakan. Gott samband er millum lærararnar og einstøku næmingarnar, tey flestu trívast sera væl og góða huglatið er seinastu 40 árini voksið til at blíva værumerki hjá Klaksvíkar HF-skeiði.

Opið hús verður hóskvøldið 13.mars frá 19 til 21. Freistin fyri at søkja inn á Klaksvíkar HF-skeið er 15. mars.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Eyr og mold móttøkan stongd í tveir daga…
Nýtt havna- og vinnuøki norð­anfyri Norðh…
Ákæran móti sýslumanni og grindaformonnu…
Ársaðalfundur og fyrilestur við Anders…
Nýggj app hjálpir tær at leggja av
Eyðun Andreassen, professari, farin
Váðaráðið tilnevnt
HOTEL KLAKSVIG (KG)!?
Fonn Flog er fyribils flutt út í hølini…
Óli Hans Olsen fer úr starvi sum stjóri…
Føroya bjór renning­ini á Norð­oyastevnu
Fiski­vinnan bleiv javnstillað við aðrar…
Flogbóltslands­liðið við monnum til Norðu…
"Súkklukapping á Norð­oyarstevnu 2026
Nýtt lag við Starlight
Tøkk
Veðrið í vikuni
Norð­oyastevnuskrúðgonga og -røða í fagra…
Vit liggja nummar eitt !!
So skeyt hann!