Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kyndil hevði munin

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  16.02.2025 - 19:00 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

Eftir 10-máls tap ímóti Kyndil í Havn hóskvøldið,  vóru útlitini hjá stjørnukvinnunum at koma í steypafinaluna ikki tey bestu undan seinnu hálvfinaluni á heimavølli í dag, men dysturin gjørdist til tíðir rættiliga undirhaldandi og spennandi. Kyndil hevði munin gjøgnum allan dystin, men Stjørnan var í løtum væl við, serliga í fyrra hálvleiki. Tá fyrri hálvleikur var 20 minuttir gamal var støðan 13-11 til Kyndil, og spenningur var í dystinum. Hálvleiksstøðan gjørdist 17-15 til Kyndil.

Sum so ofta áður, so kom Stjørnan illa frá byrjanini av seinna hálvleiki, msitir bóltar og misnýttir málmøguleikar kostaðu dýrt. Tá seinni hálvleikur var 10 minuttir gamal, hevði Kyndil økt um leiðsluna til 24-16, men stjørnuleikarnir góvu ikki upp, og tá umleið 10 minuttir vóru eftir at leika, var leiðslan hjá Kyndil minkað til tvey mál, støðan var tá 27-25 til Kyndil. Men nærri kom Stjørnan ikki, og endaði dysturin við 30-35 sigri til Kyndil. Við sigrinum staðfesti Kyndil endaliga finaluplássið í steypakappingini, har mótstøðuliðið verður Neistin, sum samanlagt á H71.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar til Andorra
Myndarøð: Íslendska forsetafrúan vitjaði…
Unga sildin kemur seg í Norð­urhøvum
Upptakt: NSÍ-KÍ
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…
Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fy…
Íslendski forsetin kemur til Klaksvíkar…
Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og David Thom…
Sylvia Thomsen umboðaði Klaksvíkar kommu…