Lýsing
Lýsing
Lýsing

Freshwater-lívfiskastøð byrjar í Svínoy

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.02.2025 - 13:57 Tíðindi Vinna

Bakkafrost fer í næstum at brúka millum 30 og 40 milliónir í Svínoy, nú Svínoyar Rognkelsisstøð er niðurløgd og annleggið framyvir fer at verða brúkt til lívfisk. Malltek stendur fyri umbyggingini, og ætlanin er at pumpa sjógv úr 20-metra dýpi úr Svínoyarvík niðan í støðina. Bakkafrost ætlar at hava virksemi í Svínoy í øllum førum tey næstu 100 árini, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti.

 

(Grein úr blaðnum)

 

Bakkafrost Freshwater Svínoy er nýggja heitið á støðini hjá Bakkafrosti í Svínoy. Frá nú av fer alingin av smoltum og lívfiski á landi at bera Freshwater í navninum. Lívfiskur verður í dag aldur við Áir, í Skopun og í Knúksdali í Kallsoyni. Hartil hevur verið rognkelsisaling í Svínoy, men av tí at djóravælferðin hjá rognkelsunum ikki var nøktandi, varð avgerð tikin fyri 2 árum síðani um at gevast við tí.

Rúni Olsen er leiðari fyri alt Bakkafrost Freshwater, meðan Jonhard Eysturskarð er leiðari fyri Lívfiskadeildina.

Í løtuni er gongd í eini umbygging í Svínoy, og Bakkafrost fer at brúka anleggið í Svínoynni til lívfisk í staðin. Harvið verður Svínoyar Rognkelsisstøð til Bakkafrost Freshwater Svínoy. Í tí sambandinum skal støðin byggjast út, og tað er Malltek, sum stendur fyri tí arbeiðinum. Millum annað skulu fleiri kør byggjast, eins og bygningurin skal umbyggjast, soleiðis at kapasiteturin verður munandi størri. Í fyrstu atløgu verða brúktar millum 30 og 40 milliónir til tað.

Í løtuni er býtið tað, at við Áir verða rognini og silini tikin og blandað, meðan í Skopun verður sjógvur frá 18-metra dýpi pumpaður inn. Støðin í Svínoy fer at líkjast henni í Skopun, t.v.s. at vatn verður pumpað inn frá 20-25-metra dýpi úr Svínoyarvík, síðani reinsað, og so er ætlanin, at ”familjufiskurin” skal ganga úti í Svínoy, greiðir Regin Jacobsen frá. Hetta merkir, at umleið 1.200 familjur av fiskum við 3 árgangum fara at ganga har. Tað breiða úrvalið av fiski verður sostatt í Svínoy, og genetiskar kanningar verða gjørdar so hvørt, har hugt verður at, hvussu fiskurin klárar seg. Summar familjur eru genetiskt væl fyri til at berja sjúku niður.

Til dømis kann ein síggja eina fiskafamiljur, har 100% yvirliva at hava verið smittaðar við t.d. ILA ella aðrar fiskasjúkur. Fyri hvørja av fiskafamiljunum, har 100% yvirliva eina sjúku, roynir Bakkafrost at finna genmarkørarar, t.v.s. kotur í genunum. Har finnast eisini fiskafamiljur, har ongin tolir eina ávísa sjúku, og 100% tí doyggja. Bakkafrost eyðmerkir so sjúkurnar, og við tíðini fer tann vitanin at verða brúkt til at ala sterkari fiskar, sum tola meira av. Í framtíðini verður helst eisini møguligt at finna genetikk fyri lýs. Hvørt ár kemur ein nýggj fiskafamilja til, og tá verður fiskur útvaldur, sum veksur væl, trívist væl, er av góðari góðsku, og sum tolir umhvørvið. Talan er um eitt sera umfatandi arbeiði, sum genetikararnir hjá Bakkafrosti taka sær av, og tey fara framyvir at arbeiða í Skopun, við Áir, í Knúksdali – og í Svínoy.

– ”Tað er skilagott at hava tað í fleiri støðum”, sigur Regin Jacobsen. Tí hesin genetikkurin er grundarlagið undir allari alingini hjá Bakkafrosti, og skuldi okkurt borist á á einum av hesum fýra støðunum, so liggja øll eggini ikki í somu kurv. Á lívfiskadeildini, sum nú verður stovnað í Svínoy, fer raksturin at fevna um allan familjufiskin. Tað tekur 3 ár fyri ein laks at vaksa seg upp til 12-15 kg. Síðani verður nakað av fiskinum settur út at gýta, meðan nakað verður slaktað og brúkt.

Í Kallsoyni er tað soleiðis, at støðin í Knúksdali verður ein framleiðslustøð av úrvalsfiski. Sum dømi ber til at siga, at kanska 50 milliónir rogn verða framleidd har úr møguliga so fáum sum 30 familjum, sum eru úrvalsfamiljur, harav nógv tað mesta er kvennfiskur við kanska 15.000 rognum hvør. Har er talan um úrval, meðan í Svínoy er ætlanin at hava ta fullu breiddina av fiski, har fiskar við øllum genetiskum eginleikum altíð skulu vera tøkir.

Talan er um rættiliga framkomna tøkni, har fiskarnir verða chippaðir, og genetikararnir hjá Bakkafrosti kenna tí, við at nýta lesarar, samleikan hjá hvørjum einasta fiski. Regin Jacobsen sigur eisini, at tey í Bakkafrosti arbeiða rættiliga langtíðarbaserað. Tað, sum verður koyrt út til smoltstøðirnar nú í 2025, byggir á tað lívfrøðiliga arbeiðið, sum varð gjørt fyri 8 árum síðani. So leingi tekur tað, frá tí komið verður fram til tey genetisku úrslitini, til at avgerðirnar kunnu takast, sum byggja á tey úrslitini. Afturfyri eru úrslitini og harvið avgerðirnar serstakliga neyv og haldfør.

Støðin í Svínoy, Bakkafrost Freshwater Svínoy, fer í fyrsta umfari at hava eini 4-5 arbeiðspláss. Hon fer at líkjast støðuni í Kallsoy, har eisini 5 fólk starvast. Í tí sambandinum verða nakrar íbúðir bygdar á ella við støðina í Svínoy, soleiðis at fólk kunnu búleikast har úti í 2-3 vikur, og so hava tey frí samsvarandi. Tað verður ikki so øgiliga arbeiðskrevjandi at vera har, av tí at talan verður um tær breiðu fiskafamiljurnar.

Malltek byggir í løtuni saman við undirveitarum støðina í Svínoy út, og talan verður um kør, bygningar, íbúðir og umbyggingar av verandi bygningum. Alt verður gjørt í samstarvi við myndugleikarnar, ið skulu geva loyvi til lívfiskaframleiðslu. Í tí sambandinum verður Svínoyarvík broytt til at vera lívfiskaøki, og tann broytingin er longu gjørd í alilógini og rakstrarkunngerðini. Eftir er at fáa rakstrarloyvi frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Regin Jacobsen, stjóri, endar samrøðuna við at siga, at vónandi byrjar arbeiðið á Bakkafrost Freshwater Svínoy innan fyri eitt ár.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…