Hey allir stokkar
Nú er dagurin longdur so mikið, at vit eru við at rista vetrarmyrkrið av okkum. Tað merkir eisini, at vit kunnu hyggja fram móti ljósari tíðum, har BINDIFESTIVALURIN, sum nú fyllir 10 ár, er eitt av vársins hæddarpunktum.
Saman við várinum koma hugskotini og ætlanir um, hvat vit skulu brúka bæði restir og nýggj noður til.
Hóast vit fara á BINDIFESTIVAL, so kunnu vit læra mangt annað enn at binda. Eitt nú eru verkstovur við tunesiskari hekling og har man kann virka hosubond. Eisini verður møguligt at veva á brikkvevi og at brodera falska veving, umframt at binda vevmynstur. Av øðrum verkstovum kunnu vit nevna vinarvøttin, (sí https://www.facebook.com/share/15qowy2gPP/ ), øðrvísi make-up, sum er fyri tey heilt ungu og lummadukkurnar, sum hava verið til bæði gleði og gagn hjá mongum. Vit kunnu eisini fara í ullaverkstovur, har vit nappa, karða og spinna.
Veitst tú av, at dupultbinding ikki er tað sama sum tvíbinding, og at tú kanst læra báðar mátarnar á BINDIFESTIVALINUM? – at tú kanst læra at kasta uppá og læsa av á italienskum? – at skuggabinding “skiftir mynstur” alt eftir, hvørjum vinkli tú sært tað frá? – og at binda ketumynstur, boblur og ymisk snar eru “hott”? Hevur tú nakrantíð bundið nakað, sum er skotsk-ternut? Og veitst tú av, at hevur man tógv, so kann man eisini binda við bara einari nál? Kom á BINDIFESTIVALIN og finn út av tí.
Ert tú meira til at finna uppá og gera títt egna persónliga, so er ein sera spennandi verkstova, har tú lærir, hvussu tú kanst fáa nýggj hugskot, og hvussu hesi hugskot kunnu gjøgnumførast. - Ella um tú heldu vilt gera tín heilt egna stíl við at kombinera binding og hekling í sama plaggi, - ella binda diagonalt heldur enn vatnrætt. Ja, BINDIFESTIVALURIN hevur nógvar møguleikar at bjóða.
Veit so illa við, at tú situr skeiv ella kýtir teg ov nógv, so er gott hjá tær at fara á eina verkstovu, sum samtíðis, meðan tú bindur, vísir tær, hvussu tú kanst loysa teir knýttu vøddarnar.
Hugsar tú tann siðbundna vegin, so kanst tú kasta teg út í eitt traditionelt bundnaturriklæði ella eitt av teim smáu sjalunum, eitt vanligt sjal, eitt Sophie scarf ella kanska eitt sjal við hettu. Møguleikarnir eru nógvir.
Vilt tú hava eina meira konsentreraða uppgávu, so vel tær eina verkstovu, sum bjóða tær holmynstur, entralac ella indiskan krossfald. Ella hví ikki læra teg at rokna út og gera mynstur til eina uppskrift?
Á BINDIFESTIVALINUM hesaferð verður temaið OKKURT UM HÁLSIN. Umframt øll turrikløðini og helsini, so kanst tú eisini læra nógvar ymiskar mátar at binda uppá, og sum man kann binda í øllum øðrum pløggum við. Tað verða yvir 30 ymiskar verkstovur at kasta seg útí – alt frá heilt aldargomlum víkingateknikki til tað, sum er “inn” í dag. Undirvísararnir eru bæði dugnaligir og professionellir føroyingar og norðurlendingar.
Í næsta tíðindabrævi kanst tú lesa um allar fyrilestrarnar, gongutúrarnar, 10-ára haldið o.a., sum verður á BINDIFESTIVALINUM í ár. Fylg við á www.bindifestival.com , har allar okkara verkstovur verða lagdar fram ein av fyrstu døgunum. Har finnur tú eisini eitt leinki til tilmelding.
Hetta verður BINDIFESTIVALUR nr. 10, og tað ætla vit at markera.
So vælkomin á BINDIFESTIVAL í Fuglafirði 24. - 26. apríl 2025.
Fyrireikararnir