Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Mjølnir liggur til bronsu eftir sigur á TB í fimmsettara 

SKRIVAÐ: Flogbóltssamband Føroya  |  10.03.2025 - 07:04 Ítrottur Tíðindi

Hetta var síðsti landskappingardysturin hjá Mjølni hetta kappingarárið, og við teimum tveimum stigunum fyri 3-2 sigurin fer Mjølnir eitt stig framum TB og KÍF og eigur fyribils bronsuna

 

Hotel Djurhuus-deildin:
Mjølnir – TB 3-2 (26-24, 27-25, 18-25, 21-25, 15-12)

Tað kann kosta TB bronsuna, at leiðslan upp á 13-3 í fyrsta setti var mist og settið at enda tapt, tí vann TB dystin 3-2 heldur enn at tapa 3-2, so lá TB nú á bronsuplássinum ístaðin fyri Mjølnir. Men tað sama kann Mjølnir siga um tapta settið fyri Fleyr mikudagin, tá Mjølnir var á odda 22-15, men tapti.

Eftir at Mjølnir hevði lagt seg á odda 9-1 í fyrsta setti í gjár, tók Mjølnir leikbrá og var sum hamskift tá komið var aftur á vøllin. Ella kanska tað var TB, sum var hamskift, tí nógvir lættir bóltar fóru fyri skeytið, eftir at Ingibjørg Müller var farin at serva fyri Mjølnir og brátt hevði Mjølnir fingið samband aftur, nú munurin var minkaður niður í 9-11. Munurin vaks tó upp í fimm aftur, áðrenn Mjølnir fyrstu ferð javnaði til 20-20, og fyrstu ferð Mjølnir var frammanfyri, var við settbólti við støðuna 24-23. TB yvirlivdi í fyrstu syftu, men ikki í aðru, tá smassjið frá TB fór út av baklinjuni.

Mjølnir var frammanfyri stóran part av øðrum setti, men fyri tað mesta bara við einum og tveimum stigum, til TB javnaði til 18-18 og fór framum 21-19 og 23-21 og fekk settbólt við 24-23. Mjølnir hóraði tó undan og fekk sjálvt settbólt, men við frálíkum blokki javnaði TB til 25-25. Mjølnir fekk kortini aftur settbólt, og hesa ferð eydnaðist at vinna settið, tí smassjið frá TB miseydnaðist og fór aftur út av baklinjuni.

TB setti seg skjótt á triðja sett og fór frá 6-6 upp á 16-10, áðrenn settið varð vunnið 25-18.

Mjølnir hótti við at renna avstað við fjórða setti, tá ið støðan gjørdist 6-1, men TB fótaði sær eftir leikbrá og javnaði til 7-7. Síðan gekk javnt á til 19-19, tá ið TB fór trý stig framum og vann settið 25-21.

Eftir javnleik 2-2, 4-4 og 6-6 fekk Mjølnir yvirtakið í javnbrótaranum og fór framum 12-8 og 13-9, áðrenn settið varð vunnið 15-12, tá ið Osla Johannesen langaði dystarbóltin í postkassan hjá TB.

Hetta var síðsti landskappingardysturin hjá Mjølni hetta kappingarárið, og við teimum tveimum stigunum fyri 3-2 sigurin fer Mjølnir eitt stig framum TB og KÍF og eigur fyribils bronsuna. Men hana hevur KÍF møguleika at taka í kvøld, tá oddaliðið SÍ vitjar í Kollafirði kl. 18:30, men so krevst eisini ein sigur til KÍF. 3-2 er nóg mikið – í fyrsta umfari, tí TB hevur eisini eitt skot eftir í byrsuni og kann í sínum seinasta dysti við sigri á Fleyr næsta leygardag vinna sær bronsuna.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið á Norð­oyastevnu
Heilivágs­ráðið farið til verka
Kular Røtur: Eg vil ikki í skúla
- Vit spyrja hinar spurningar­nar!
Blaðið er komið
Einans tríggjar sýningar aftrat av Norðo…
Norð­oyastevnuróðu­rin 90 ár
Gallarí Á Stongunum
Norð­oyastevnu­konsertin hjá Klaksvíkar Ho…
Norð­oyastevnu­framsýning
Ferðslan á norð­oyastevnu
Norð­oyastevnuskráin fríggja­dagin
Býarkoyring fríggja­dagin 29. mai
Skýlisklettur 2.500 pund
- At verða mentanar­hús í miðbýnum, tað f…
- Fólk vilja gjarna fara í føroysk klæði…
Føroyar ein Maritimur Tænastudepil
Eingin Veðurstova Føroya uttan Alix
Avtala um íbúðarbygging undirskrivað
EINARS 10 ára whisky walk
Lýsing