Lýsing
Lýsing
Lýsing

Játtanarkarmarnir mugu seta útreiðslusíðuna í miðdepilin

SKRIVAÐ: industry.fo  |  11.03.2025 - 13:54 Politikkur Vinna

Nú játtanarkarmarnir fyri 2026 skjótt verða lagdir fyri Løgtingið, eigur dentur at verða lagdur á afturhaldni á útreiðslusíðuni og á nýskipanir, sum kunnu effektivisera almenna geiran

 

Hóast várfrágreiðingin hjá Búskaparráðnum gevur ábendingar um eina møguliga vend í búskapinum, verður í frágreiðingini víst á, at almenni geirin støðugt veksur, bæði tá ið talan er um starvsfólktalið og um játtanir.

 

Í frágreiðingini væntar Búskaparráðið stórt undirskot á fíggjarlógini bæði í ár og komandi ár. Búskaparráðið mælir millum annað til at fremja nýskipanir, sum kunnu effektivisera almenna geiran, og at samtykkja eitt fíggjarpolitiskt regluverk.

 

Hesum er Føroya Arbeiðsgevarafelag samt í.

 

At økja um skattir og avgjøld hevði bert verið ein koddi hjá politisku skipanini, so tað slepst undan at fremja tær umskipanir, sum er neyðugar fyri at tryggja, at skattainntøkurnar hjá tí almenna kunnu brúkast meira effektivt.

 

Vit kappast við onnur lond um at draga starvsfólk og kapital at okkum. Øktir skattir og avgjøld høvdu gjørt Føroyar minni kappingarførar. Tvørturímóti er tørvur á at lækka skattin. Skal tað bera til, krevur tað, at almennu útreiðslurnar ikki økjast so skjótt, sum tær hava gjørt seinnu árini.

 

Tað er útreiðslusíðan og skipanin av tí almenna, sum má setast í miðdepilin. Meðan vit bíða eftir tí fíggjarpolitiska regluverkinum, sum samgongan ætlar at seta í verk, kann politiska skipanin taka fyrsta takið longu nú við at avmarka útreiðsluvøksturin á játtanarkørmunum fyri 2026. Tað er ikki nóg gott, at vit í bestu búskaparligu tíðum framhaldandi hava stórt hall á fíggjarlógini.

 

Sum tað javnan verður gjørt vart við, hava vit eina avbjóðing við vaksandi røktartørvi, so hvørt sum vit gerast eldri. Skal landskassin ikki fáa vaksandi hall komandi árini, mugu vit finna aðrar loysnir enn at seta fleiri almenn starvsfólk inn í verandi skipanir. Neyðugt er at fremja neyðugar nýskipanir, sum eisini stjórin í Almannaverkinum gjørdi vart við í farnu viku.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir til at gera eina ætlan fyri nýskipan av teimum tyngstu útreiðslupostunum á fíggjarlógini og um markamót millum ymsu økini. Fleiri tankar og uppskot fyriliggja longu, men vilji má vera til at útinna tankarnar og uppskotini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hamskift samgonga letur síni tingfólk se…
Vit hava mist ein av teimum stóru
Triði hvør føroyingur fær krabbamein: He…
Tað er stuttligt at læra gjøgnum sang
Atgongumerk­ini ganga undan
Friður á pallinum: Hvør er Belinda Blair…
Norðlýsið blaðið í gerð
Friður á pallinum: Hvør er Brooke Ashton…
Sirið Stenberg, lands­stýris­kvinna, lutti…
FM radio hesa vikuna
Opið bræv til Kringvarp Føroya: Publicse…
Andstøðan fær helst eitt lætt valstríð
KÍ spældi eina løtu uttan nakran lokalan…
Ein kirkja og onnur
Netverksfundur í Rótini: Morgunmatur og…
Friður á pallinum: Hvør er Poppy Norton-…
Ein góður fiskitúrur í vikuni sum fór
Ungur lokalur leikari á máltalvuni
Veðrið í vikuni
Tórhallur og Sámal vunnu fiski­kappingina