Lýsing
Lýsing
Lýsing

63 sálmar lagdir út á talgildu miðlarnar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.03.2025 - 09:32 Mentan Tíðindi

Á Grækarismessu 12. mars gevur Tutl 63 sálmar í sálmasavninum Føroysk sálmaløg talgilt út.

 

Forlagið Búgvin gav í 2012 út lagsavnið Føroysk sálmaløg við sálmum hjá Petur Jacob Sigvardsen og Knút Olsen. Síðan bókin kom út, hava mong viljað hoyrt sálmarnar.

 

Í nøkur ár hevur tí verið arbeitt við  einari verkætlan, har ymiskir sangarar syngja sálmaløgini við orgulfylgispæli – í einstøkum føri við klaverfylgispæli. Flestu sálmarnir eru tiknir upp í Havnar kirkju, har Gudmund Mortensen hevur fylgispælið. Klaverfylgispælið til nakrar av sálmunum hevur Knút Olsen.

Tveir ymiskir bólkar við ávikavist 8 og 5 sangarum syngja nakrar sálmar, meðan 7 ymiskir solistar syngja nakrar.

Finnur Hansen hevur tikið upp og viðgjørt upptøkurnar, og Tutl stendur fyri útgávuni. Lurtast kann eftir sálmunum á talgildu miðlunum her: https://bfan.link/foroysk-salmalog. Tilber at lesa meira um útgávuna, síggja sangtekstir v.m. á heimasíðuni hjá Tutl: https://www.tutlrecords.com/product/foroysk-salmalog-knut-olsen-og-petur-jacob-sigvardsen/

Í sambandi við útgávuna verður útgávukonsert í Havnar kirkju sunnudagin 30. mars kl. 16.00, har sangararnir: Eyðbjørg Hansen, Arina Bischoff, Høgni Debes, Sámal Matras Kristiansen, og Andreas Samuelsen syngja nakrar av "teirra" sálmum.

Høvi verður eisini hjá  teimum, sum eru komin at lurta, at syngja onkran sálmin í savninum. Gudmund Mortensen hevur fylgispælið. Aftan á konsertina verður boðið til ein drekkamunn í Kirkjustovu.

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Okkara DNA er at verða nærverandi
- Grava út fyri fundamentum undir Hamri
KÍ trygt víðari í hálvfinaluni um løgman…
30 tons á 145 stampum
Nógv fólk á Skúlatrøð í kvøld
Please Visit Responsibly – nýtt átak hjá…
EB styrkir SMS-hópin og venjaratoymið vi…
Kokkalærl­ingar gjørdu mat til Atlantic F…
Eyðdis Hartmann Niclasen á ársfundi hjá…
Vísitalið fyri svartkjaft hækkar 32%
Takk fyri tín stuðul til Bíbliu­felagið.
Kokkalærl­ingar gjørdu mat til Atlantic F…
Kokkalærl­ingar gjørdu mat til Atlantic F…
“Heima sum longst” – krevur innihald, ik…
Frá Open Door til Knock on Doors
Ari Samson nýggjur formaður í Mjølnir
Gongutúrur niðan á Klakk vísti nógv slit
- Hallur og Shaki tøkir eftir landsliðss…
- Hermótið er kreativt og loftar teimum,…
Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur…