Nýggjan arbeiðaraflokk?
Eg skilji so sera væl formannin í Havnar arbeiðsmannafelagi, Hera Reynheim, sum er misnøgdur við tann flokkin, sum higartil hevur kallað seg arbeiðaraflokk. Verkafólkið er so dyggiliga svikið av sitandi samgongu, vísir hann á í lesarabrævi.
Men gleðiligu tíðindini til Hera Reynheim og alt verkafólkið er, at tað, sum vendir niður, vendir upp. Tí er tað nakar flokkur, sum arbeiðir fyri korunum hjá tímaløntum og verkafólki, so er tað Fólkaflokkurin.
Fólkaflokkurin, vænti eg, fer ikki einvíst at stara seg blindan í haldføris-religiónini hjá samgonguni. Tað eru so ómetaliga nógv onnur viðurskifti, sum tryggja haldførið. Um haldføri altso er eitt mál yvirhøvur. At lata pensjónsaldurin tryggja framtíðarhaldførið er reint humbukk. Størsta hóttanin móti landskassabúskapinum eru almennu útreiðslurnar sum heild. Tað verða støðugt uppfunnar nýggjar útreiðslur, sum landskassin skal bera. Fyrrenn tann gongdin steðgar, verður ikki avlop í landskassanum. Tað sker í eyguni, at útreiðsluvøksturin á fíggjarlógini fyri 2025 er 4,9%, meðan inntøkuvøksturin er 1,9%. Almenni geirin veksur og privati geirin minkar. Tað vita øll, sum ikki eru vinstrahall, fer at steðga av sær sjálvum.
Størsta hóttanin móti haldførinum er ábyrgdarloysið hjá sitandi samgongu. Tey vilja loysa trupulleikan um 20 ár, meðan tey í síni stjórnartíð økja um skuldina, sum framtíðarskattaborgarar skulu gjalda.
Heri Reynheim lýsir so sera væl støðuna hjá verkafólkinum. Tey eru útslitin, tá tey gerast 67, og mong áðrenn tað.
Formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag burdi tí umhugsað at stuðla Fólkaflokkinum til komandi val.
Tað eru nógv dømir um, hvussu Fólkaflokkurin hevur staðið við liðina á arbeiðaranum.
Fólkaflokkurin talaði harðliga at, tá 140 fólk yvir nátt blivu uppsøgd av samgonguni á laksaframleiðsluvirkinum á Glyvrum. Samgongan skuldi brúka meiri pengar til teirra slag av vælferð, og tí máttu hesi 140 missa starvið. Tímalønt, verkafólk. Helst høvdu mong av teimum sett sína vón til sitandi samgongu. Úrslitið av skeiva politikkinum bleiv, at 140 verkafólk máttu rinda prísin fyri førda politikkin. Neyvan verða eigararnir av laksavirkinum fátækari. Men samgongan sendi 140 fólk til hús. Og samstundis segði samgongan nei-takk til víðarivirking av tilfeinginum. Samgongan, sum upp í saman tosar um virðisøking. Higartil hevur politikkurin kostað 140 størv.
Sum eg síggi tað, byggir politikkur fólkafloksins á samstarv og virðilig viðurskifti millum arbeiðsgevarar og arbeiðarar. Uttan verkafólk ongin arbeiðsgevari. Og uttan arbeiðsgevarar ongi verkafólk. Tað er ikki antin/ella. Flestu verkafólk eru hjartans fegin um teirra arbeiðsgevara. Og samstundis virðismeta flestu/allir arbeiðsgevarar síni starvsfólk. Tíverri tykist vinstrapolitikkur framvegis at vilja venda aftur til eina farna tíð, har stríðið var hart millum partarnar. Retorikkurin er týðiligur: oligarkar og fámannaveldi eru orð, sum verða brúkt aftur og aftur fyri at víðka um gjáirnar. Men hetta verður mest brúkt av politikkarum, sum vilja tryggja sær sjálvum politiska makt, samstundis sum teir ákæra ”oligarkarnar” at hava ov stóra politiska makt.
Vit kenna søguna og ófatiliga stríðið, sum arbeiðararørslan hevur lagt lív og lagnur til. Og tann søgan hevur meiri enn nakað annað viðvirkað til, at støðan á privata arbeiðsmarknaðinum er á einum góðum støði fyri báðar partar. Tað, sum nú ger seg mest inn á lønirnar hjá verkafólki, eru er langa avgjaldsrøðin av hvørjari lønarflyting. Fyri tað mesta alment skapt avgjøld, sum saman við nýggjum avgjøldum hjá mongum tekur allan skattalættan innaftur.
Sum eg síggi tað, ger samgongan tvey stór og ófyrigevilig mistøk. Hækkar pensjónsaldurin og hækkar tilfeingisgjøldini. Bæði fyri at tryggja landskassanum meiri pengar. Mítt uppáhald er, at hvørki av hesum kemur at virka eftir sínum endamáli. Hinvegin fara bæði hesi mistøkini at gera seg inn á alt samfelagið, sum jú eigur landskassan. Og bæði gera seg inn á arbeiðaran. So eg eri samdur við Hera Reynheim. Sitandi flokkar umboða ikki arbeiðaran.
Bill Justinussen
Limur í Fólkaflokkinum