Lýsing
Lýsing
Lýsing

Heimsmetið hjá Oddvá viðurkent

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  14.03.2025 - 11:52 Ítrottur Tíðindi

Tá Oddvá Sedea Nattestad í januar luttók í svimjikapping í Íslandi, RIG, var ein av tíðum hennara somikið góð, at talan var um heimsmet.

 

Tað er ein tilgongd at fáa heimsmet viðurkend, men nú er hetta komið uppá pláss, og metið stendur í metlistanum hjá Virtus Sport

Metið sum Oddvá tók var í 100m bringu á langgeil, har hon svam tíðina 1.28:47

Oddvá varð kosin besti kvinnuligi parasvimjari í kappingini.

Oddvá er 18 ár, og hevur svomið síðani hon var 5 ára gomul. Hon venur á 1. liði hjá Havnar Svimjifelag, og gongur á Skapandi fyrireikingarbreyt á Glasi.

Oddvá venur 9 ferðir um vikuna, so svimjingin er ein stórur og týdningarmikil partur av lívi hennara. Hon er í bólkinum II3, sum er fyri vælfungerandi fólk í autismuspektrinum.

Í august í ár skal Oddvá luttaka í Virtus World Swimming Championships 2025, sum verður í Bangkok, Teilandi.

Tað verður spennandi at fylgja við um hon fer at taka fleiri met í tí kappingini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Samrøða við Benjamin Rajani
Samrøða við BBE
Samrøða við Eirikur Í Jákups­stovu
Tónlistarskóli Árnesinga vitjar Klaksvík…
Vit mugu taka ábyrgdina av vælferðarsamf…
Stýrið í NBH hevur skipað seg
Stakkavík góð 6.000 pund
Heimsmetið hjá Oddvá viðurkent
Nýggjan arbeiðara­flokk?
Tá Fotostudio lat upp, og alt lukkaði ni…
Reisigildi av nýggja kappróðraneystinum
Smáu snúsposar­nir gera stóran skaða
Verkafólk eru slept upp á fjall 
Lands­fundur: Sambands­fólk savnast í Salt
Ársaðalfundur hjá Vinafelag­num Føroyar -…
Klaksvíkar HF-skeið – hálv øld við læru…
Kára Sigurðsson hevur nú fingið debut á…
Peter Bredsdorff og Tom Jensen vitja Stj…
Lærarastovan: Kvæðamentan, kvøðing og fø…
Gadus - Søgulig føroysk løta í enska Und…