Lýsing
Lýsing
Lýsing

Dizzy Mizz Lizzy á Torsfest

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  14.03.2025 - 16:58 Mentan Tíðindi

Gleð teg til til 25. juli, tí tá verður eitt satt rokkbrak í Vágsbotni. Navnframu Dizzy Mizz Lizzy trína á pallin, og við sær hava teir eitt arsenal av rokkhittum. 

 

 

Danska rokktrioin, sum legði ríkið fyri sínar føtur í 90unum, eigur eitt heilt serligt pláss í hjartanum á mongum føroyingi. Trioin gav út plátuna Dizzy Mizz Lizzy í 1994, og hon streyk upp á tónleikatindarnar alt fyri eitt. Útgávan varð tiltikin, tí hon var á tremur við hittum. Danskur tónleikur hevði brádliga fingið eitt nýtt, rátt og melodiskt útrykk, sum øll tóku til sín. Dizzy Mizz Lizzy var uttan iva heitasta navnið á øllum festivalum í ríkinum miðskeiðis í 90unum. 

“Waterline”, “Silverflame”, “Barbedwired Baby´s Dream” og “Love Is a Loser´s Game” eru bara nøkur av hittunum av fyrstu útgávu Dizzy Mizz Lizzys.

Bólkurin gav út útgávuna Rotator í 1996, og eisini hon stóð seg ómetaliga væl. Bólkurin gjørdist eisini sera væl umtóktur í Asiu, og spældi hópin av sera væleydnaðum konsertum har. Í 1998 gjørdu teir tríggjir Tim Christensen, Martin Nielsen og Søren Friis av at fara hvør til sítt. Bólkurin var kvirrur til 2010, tá teir aftur spældu eina konsertferð saman. Nú tendraði í aftur, og í 2014 varð kunngjørt at bólkurin nú aftur var virkin. 

Og nú seta teir, fyri fyrstu ferð, kós ímóti Føroyum.  

Fólkini handan Tórsfest gleðast um, at hava fingið Dizzy Mizz Lizzy til Føroya at spæla aftur. Afturat Dizzy Mizz Lizzy koma Ankerstjerne, Branco, Dave Evans, Eivør, Gavin DeGraw, Poptös, Kristina Bærendsen, Sandro Cavazza og Zak Abel at spæla á Tórsfest í ár.

Forsølan gongur við fúkandi ferð, og aftur í ár verður roknað við at Tórsfest verður útselt.

Fammanundan er longu greitt, at Gavin DeGraw, Eivør, Zak Abel, Sandro Cavazza, Dave Evans, Kristina Bærendsen, Poptösog Branco verða á pallinum 25. juli í hjartanum í Havn.

Atgongumerki fást í Effo í Gundadali, í Føroya Tele kring landi og á ebillett.fo. Men ger skjótt av, tí tey ganga skjótt undan. 

Tórsfest er stuðlað av Føroya Tele, OY, SMS, Red Bull, Effo, Burger King, Betri, Wenzel Bilrøkt, Atlantic Airways Sveiggj og Hoyrnini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Faroe Ship kunningarfund í Norð­havnini
Swardi á Summar Festival
Samrøða við Eirikur Í Jákups­stovu
Fíggjar­mála­ráðið og Ljósmøðra­felag Føroy…
Dizzy Mizz Lizzy á Torsfest
Tøkk - Erling Joensen
Samrøða við Benjamin Rajani
Samrøða við BBE
Tónlistarskóli Árnesinga vitjar Klaksvík…
Vit mugu taka ábyrgdina av vælferðarsamf…
Stýrið í NBH hevur skipað seg
Stakkavík góð 6.000 pund
Heimsmetið hjá Oddvá viðurkent
Nýggjan arbeiðara­flokk?
Tá Fotostudio lat upp, og alt lukkaði ni…
Reisigildi av nýggja kappróðraneystinum
Smáu snúsposar­nir gera stóran skaða
Verkafólk eru slept upp á fjall 
Lands­fundur: Sambands­fólk savnast í Salt
Ársaðalfundur hjá Vinafelag­num Føroyar -…