Lýsing
Lýsing
Lýsing

Almannaverkið fimmti ára stovningardag: Stórt alment hátíðarhald 2. mai

SKRIVAÐ: Almannaverkið  |  17.03.2025 - 11:21 Tíðindaskriv

1. apríl 1975 varð Almannastovan sett á stovn. Áðrenn hetta hevði almannaøkið verið umsitið av Danmark, men nú kom tað á føroyskar hendur – í fyrstu syftu bert við umsiting av sosialøkinum og 15 starvsfólkum. Seinni komu eisini stovnar, tænastur og onnur ábyrgdarøki, og tey seinnu nógvu árini hevur øll ábyrgd av umsiting og menning av økinum verið føroysk.

 

 

Í hesum sambandi verður stórt hátíðarhald í Norðurlandahúsinum 2. mai. Á fjølbroyttu skránni eru framløgur og fyrilestrar, eitt nú um menning av føroyska vælferðarsamfelagnum, og tankavekjandi framtíðarfyrilestur um, hvussu vælferðarøkið kann síggja út um nøkur ár.

Borgararøddin verður eisini at hoyra. Skipað verður fyri fýra borgarapanelum um autismu, menningartarn, arbeiðsmarknað og sálarsjúku, har gestir kunnu spyrja borgarar spurningar um teirra viðurskifti.

Eisini verða bæði sjónleikur og konsert. Bárður Persson fer at framføra brot úr leikinum Løstir. Leikurin var sýndur í fjør, men nú fáa enn fleiri høvi at síggja hann. Harumframt verður konsert við so ymiskum nøvnum sum Lea Kampmann, Ælabogin og Bass Elvis, og afturat hesum kemur Hin Rusuti at fortelja, hvussu tað er at hava eina diagnosu.

Á degnum verður eisini framsýning um Almannaverkið hesi seinastu fimmti árini, umframt søluframsýning hjá vardu verkstøðunum í Almannaverkinum.

Øll eru hjartaliga vælkomin at leita sær niðan í Norðurlandahúsið hendan dagin at síggja og hoyra meira um Almannaverkið fyrr og nú. Nærri kunning um skrá kemur seinni. Atgongdin er ókeypis, men til summi tiltøk er tekning neyðug. Tilmeldingin, sum verður á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum, www.NLH.fo, letur upp í apríl.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil
Føroyar vunnu á San Marino í finaluni
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…