Lýsing
Lýsing
Lýsing

Veiðubann fyri makrel og sild í 2028!

SKRIVAÐ: Eivind Jacobsen  |  17.03.2025 - 12:05 Lesarabrøv Politikkur Vinna

Hyggja vit eftir seinastu tilmælunum frá ICES, so visa tey greitt, at tað ikki verður ráðiligt at veiða makrel og sild í 2028

 

 

Makrelur

 

Í ICES tilmælinum frá 30 september 2024, peika allir pílar sama veg. Til ber at siga at ICES ikki veit. Men ICES bestemmar og tí er líka mikið, um teir hava rætt ella skeivt.

Í 2024, roknaði ICES umaftur. Makrelstovnurin í 2015 gjørdist nógv størri enn áður mett.

Fyri 5-10 árum síðan kjakðust fiskimenn og fiskifrøðingar um stovnsstødd. Teir brúktu stór orð í norskum miðlum. Nú hava teir so viðurkent á pappírinum, uttan at fortelja, at teir tóku feil. Fiskimenn høvdu rætt og fiskifrøðin tók feil. Men fiskifrøðin bestemmar, so tað er líka mikið.

Í ICES tilmælinum sæst at verður makrelstovnurin minni enn 2 mió. tons, so verður tilmælið veiðubann. Tá stovnurin er minni enn 2,58 mió. tons skulu vit verða varin og fiska minni enn útrokningarnar annars siga.

Tilmælið hevur data 30-40 ár aftureftir. Har sæst hvat er hent áður og gongdin seinastu árini. Gongdin er greið. Stovnsstøddin sveiggar frá toppi til botn yvir ár. Seinastu 9 árini er makrelstovnurin minkaður.

Onnur útrokning, sum onki hevur at gera við ICES, gjørd fyri 25 árum síðan, vísur at stovnurin fer at minka fram til 2040. Frá 2000 til 2025 passar hendan útrokning. Hon er gjørd út frá søguligum tølum.

 

Hvat fer ICES at siga í september 2025?

Vit vita, at ICES tilmælir veiðu, sum viðførur at fiskastovnar ikki minka og helst vaksa í stødd upp til MSY. Vit vita eisini, at vit fiska væl meira av makreli og sild enn tilrátt av ICES.

Ices sigur, 24 juni 2024, at makrelstovnurin var 2.774.753 tons í 2024. Í 2015 var hann 7.259.261 tons. Í tilráðingini lesa vit eisini at stovnurin er minkaður í meðal 498.000 tons hvørt ár síðan 2015. “Ringasta” árið mikaði stovnurin 933.000 tons. Tað eru tí 4,5 milliónir tons minni makrelur í sjónum enn tað var í 2015.

Frá 2023 til 2024 minkaði stovnurin gott 400.000 tons. Tilmælið er at veiða 576.958 tons. Veiðan í 2024 er mett av ICES at verða 954.112 tons. Tá veiðan er uml. 375.000 tons meira enn tilmælið, minkar stovnsstøddin tilsvarandi.

Í ICES tilmælinum ber eisini til at lesa, at fiska vit tey tons, lond hava ásett sær fyri 2024/25, so verður stovnurin undir markinum fyri fyrivarni. Fyrivarni ger, at tilráðingin fyri 2026, verður minni enn annars. Leysliga mett 25-50% minni enn í 2025. Men neyva talið fáa vit at vita í september tí enn vita vit ikki metta stovnsstødd í 2025/26.

Vit vita, at stovnurin fyrr (fyri 20 árum síðan) hevur verið væl undir teimum lágmørkum, sum viðføra at ICES tilráðingin er at gevast at veiða. Tí er ongin orsøk at rokna við øðrum enn at hann minkar niður á tað støðið.

Vit vita, at útlitini eru vánaligt

Onkuntíð hendir tað at ein frægari árgangur kemur hesa niðurgangstíð. Tá plaga fiskimenn at hava okkurt ánilsi frammanundan. Tað sær frægari út og líknandi hoyra vit tá frá teimum.

Nú nevndu vit eisini sild í yvirskriftini. Støðan hjá sildastovninum er minst líka ring og helst verri enn hjá makrelstovninum. Har seta frøðingar og øll onnur sítt álít á at 2021 árgangurin møguliga er góður. Viðv. sild er ofta galdandi at ein árgangur er risastórur og ber meginpartin av veiðuni í nógv ár. Kanska hesin árgangur roynist, men hann er ikki risastórur. Tað fáa vit at síggja komandi árini.

Politikarar hava tí tríggjar møguleikar sambært fiskifrøðini:

1.     Fiska til ongin makrelur er eftir

2.     Lurta eftir ICES og gevast at veiða makrel.

3.     Lata verða við at lurta eftir frøðini, tí Landskassin manglar tilfeingisgjald og pengar

Vanliga velja teir at lata standa til.

Inntøkan av makreli hevur verið stór. Eisini hjá landskassanum. Verður ongin kvota, má roknast við at reiðarí, landskassi og manning fáa trupulleikar.

Sum nevnt er hetta tað seinasta tilmæli hjá ICES sigur. Vit fara niður um markið fyri varsemi og eyka niðurskurður verður í kvotum í 2026. Og í 2028 fara vit niður um markið, sum viðførur, at vit skulu gevast at veiða makrel í 2028.

Hetta er tað sum sæst í ICES tilráðingini, um vit ómaka okkum at nærlesa tað útrokna er, tá veiðan er væl meira enn tilráðingin. Tað stendur skriva í tilmælinum, at minkingin seinast var beinleiðis avleiðing av stóru veiðuni.

Øll boð uppá at tað ikki verður so ringt, sum forsøgnirnar hjá ICES siga, eru vælkomin. Vit eru føddir optimistar, til tað ikki gongur meira. Aftaná vit øll, at tað mátti enda galið.

 

Eivind Jacobsen

Strendur

 

P.S. ICES tilráðingin kann lesast her: Mackerel (Scomber scombrus) in subareas 1–8 and 14 and Division 9.a (the Northeast Atlantic and adjacent waters)

Lýsing
Seinastu tíðindini
Plakatir - Arnold Vegghamar
Kunningarfundu­rin fluttur í Miðhøll­ina á…
Enskt-lærari til Sjónám
Marglætis skúli við marglætis avbjóðing
Nógv rokan og fiskur kring Nónhamar
Hugaligt í Norð­havnini
Norðborg settið á vrakið av Helenu
Send okkum títt hugskot!
Veiðubann fyri makrel og sild í 2028!
Almanna­verkið fimmti ára stovningardag:…
Elinborg Lützen innan skúlagátt
Kunningarfundur um nýtt hondbólts­felag í…
Klaksvík­ingar fegnaðust eftir sigurin
Rimmar avrik móti Niðurlondum
KÍ vann tryggan sigur í Gundadali
Veðrið í vikuni
Gadus siglir heim
Upptakt: B36-KÍ
Bronsa til Mjølnir eftir at Fleyr vann á…
Yvirlýsing frá Felagnum Føroyskir Sjúkra…