Lýsing
Lýsing
Lýsing

FMA í Varpinum

SKRIVAÐ: Tekst & Myndir: Dávur Winther  |  17.03.2025 - 20:36 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Varpið verður karmur um árligu virðislønarhandanirnar og mongu, serstøku tónleikaframførslurnar, fríggjakvøldið tann 21. mars 2025.

Faroese Music Awards er tiltak, har bestu avrikini innan føroyskan tónleik verða heiðrað, og virðislønir verða latnar. Har verða beinleiðis tónleikaframførslur og verður stóra tónleika- og heiðurstiltakið sent beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.

Hetta er á triðja sinni, at Tónleikasamband Føroya samskipar FMA saman við Kringvarp Føroya – og nú eisini saman við Varpinum.

Tónleikasamband Føroya ætlar at gera teirra besta fyri, at tiltakið kann umboða alt tað  føroyska tónleikaumhvørvið á besta hátt, verður sagt.

Tá ið vit vóru inni á gólvinum í Varpinum í dag, runnu eini 30 fólk – tøkni-, ljóð- og ljósfólk hvør um annan, tó við skili í, tí allar leiðingar vóru komnar uppá pláss. Myndatól og skermar riggaðu, sum tey skulu, men tó er nakað eftir enn.

Uttanfyri stóð stóri tøknibilurin hjá Kringvarpinum og eitt bunti av leiðingum runnu frá honum og inn í Varpið, sum skulu bera bestu mynda- og ljóðgóðsku aftur til hyggjaran.

Hesuferð verður FMA heilt serligt. Tað er á fyrstu sinni, at FMA er farið út um Havnina og til Klaksvíkar - til stásligastu og nýggjastu karmarnar í Varpið.

Her kunnu  árligu virðislønarhandanirnar og mongu, serstøku tónleikaframførslurnar síggjast og upplivast, fríggjakvøldið tann 21. mars í 2025.

Vit gleða okkum at síggja teg á FMA!

Dato:

21. mars

Staður:

Varpið

Klokkan:

20:00 - 23:00

ÚTSELT!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Javnleik í aðalroyndini
Opera fyri øll í Varpinum
Klaksvíkar Arbeiðsmanna­felag hevur aðalf…
Beinta Løwe stillar upp fyri Framsókn
Stjørnan danskan styrk til komandi kappi…
Valfundur á Skúlatrøð um vinnukarmar og…
Reint vatn til fjarskot­nar bygdir – før…
Eyka konsert Tey á Kamarinum
Aðalfundur og 2. og 3. uppstillingarfund…
Evnisdagur fyri sjófólk
Næmingar kappast í íverksetan í SkúlaFM-…
18.698 fáa pengar aftur í skatti
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Undir slíkum treytum ber ikki til at rek…
Fólka­flokku­rin hevur loysnirnar
Fjølbroytt kunningartiltak um útbúgvinga…
Breitt samstarv um integratión
Bakkafrost væntar at taka metið, ið varð…
Vinnarin av Lesaravirðisløn­ini 2026 funn…
Flyta fundir í samband við val