Lýsing
Lýsing
Lýsing
Sólvit Nolsøe var sera illur um, at samgongutingfólk kunnu fara solo og bróta innanhýsis samgonguavtalur, uttan at tað fær avleiðingar, og skapti somuleiðis nakað av iva kring Suðuroyartunnilin | Mynd: skíggjamynd tingvarpið

Sólvit Nolsøe setti fram kravboð um Suðuroyartunnilin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.03.2025 - 20:17 Politikkur Tíðindi

Á tingsins røðarapalli fyrr í dag segði Sólvit Nolsøe seg møguliga fara at leggja broytingaruppskot fram um Suðuroyartunnilin. Hann fýltist harðliga á, at avtalur í samgonguni ikki verða hildnar, og at tey, sum rópa hart og ganga solo hava eina nógv størri success-ratu enn tey friðaligu á tingi.

 

 

Sum Norðlýsið skrivaði í gjár, er Bjarni Hammer úr Javnaðarflokkinum ikki álvuligur við nýggja uppskotið til sjófeingislóg, og hann fer ikki at taka undir við tí óbroytt. Og í dag, undir tí sum annars skuldi vera viðgerð av elveitingarlógini, var Sólvit Nolsøe úti við koyrlinum. Hann helt tað vera nógv fyri, at m.a. forkvinna hansara varð kallað inkompetent á almennum palli, og at sagt hevur verið um Dennis Holm, at hann hevur svikið sítt egna øki við sjófeingislógini.

Eisini kritiseraði Sólvit, at tingfólk – hann nevndi ikki nøvn, men meinar uttan iva við Bjarna Hammer – fóru upp á røðarapallin at boða frá, at um orðingar í sjófeingislógini ikki vórðu broyttar, so tók viðkomandi tingmaður ikki undir við broytingaruppskotinum í heila tikið. Sólvit føldi seg drignan upp á tráð, og vildi koma við einum kravboðum, tí tey vístu seg at rigga:

– ”Tí fari eg helst; nú fáa vit at síggja hvat Fíggjarnevndin kemur til við Suðuroyartunlinum, men hvissi í alternativa leiðin til Suðuroyartunnilin ikki verður ordiliga viðgjørd, ordiliga viðgjørd, so seti eg fram eitt broytingaruppskot”.

Hetta fekk tingmannin Jaspur Langgaard at ivast í, um Sólvit ikki tók undir við Suðuroyartunlinum. Sólvit Nolsøe fór tó uppaftur á røðarapallin eftir tað og segði, at hann var fyri Suðuroyartunlinum, men at linjuføringin skuldi lýsast nógv nærri.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…