Lýsing
Lýsing
Lýsing

Mjølnir vann 3-1 á SÍ, og FM skal avgerast hóskvøldið

SKRIVAÐ: Flogbóltssamband Føroya  |  22.03.2025 - 09:34 Ítrottur Tíðindi

Neyðugt verður við triðju og avgerandi FM finalu fyri at finna føroyameistaran í flogbólti 2025, eftir at Mjølnir í kvøld vann annan finaludystin á SÍ 3-1.

 


Polestar-deildin - 2. FM-finalan:
Mjølnir – SÍ 3-1 (26-24, 25-22, 13-25, 31-29)

 

Hóast fyrsta og annað sett vóru jøvn, var tað fyri tað mesta SÍ, sum jagstraði Mjølnir. SÍ var aftanfyri 21-24 í fyrsta setti, men javnaði til 24-24. Mjølnir vann tó 26-24. Mjølnir var eisini frammanfyri størsta partin av øðrum setti, undantikið miðskeiðis í settinum, tá SÍ vann fimm bóltar á rað og fór framum 16-14. Mjølnir tók tó skjótt leiðsluna aftur og vann settið 25-22.

Triðja sett var eitt typiskt triðja sett, har liðið sum hevur vunnið tvey sett, fer í dvala, og so var lætt hjá SÍ at vinna 25-13.
Mjølnir vaknaði aftur úr dvalanum og legði seg á odda 13-8 í fjórða setti, men SÍ javnaði til 22-22, og so varð spenningurin øgiligur, og ikki fyrr enn við sínum sætta dystarbólti – og tá hevði SÍ havt ein settbólt – eydnaðist Mjølni at vinna settið 31-29 við blokki frá Steffan Rosenlund.

Sostatt verður neyðugt við triðja finaludystinum, og hann verður á Giljanesi hósdagin 27. mars kl. 19.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ vann Stórsteypadystin 1-0 á HB
Jákup Vilhelmsen byrjar inni hjá KÍ
Prima Facie í Miðhøllini
Vágsbotnshandilin
Hugni og gleði á Herluf's Kafé
Fyrstu valplakatir­nar komnar upp
Upptakt: KÍ-HB
Mads Boe Mikkelsen fingið nýtt felag
UPPHAV í neystinum
Húsið 20 ár
Løgtingsval: Nú kanst tú søkja um valræt…
Bláa bylgjan: - Vit reka fólk til dyst
Frimodt stillar ikki upp til løgtingsval…
Tænastumanna­felagið hevur havt Aðalfund
Jens Michael nýggjur kommunu­stjóri
Grandma’s Basement á Summar Festivalin
Norðlýsið aftur í nevnd
Vegleið­andi yvirlit yvir freistir í samb…
Sættu ferð KÍ spælir stórsteypadyst
- Eg vil sjálvandi gera alt fyri at fáa…