Lýsing
Lýsing
Lýsing

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  23.03.2025 - 13:37 Tíðindi Veðrið

Í vikuni, sum stendur fyri framman, fara vit at uppliva eitt sindur av hvørjum veðri. Næstan allar ættir eru umboðaðar, og hitalagið fer niður um frostmarkið onkra náttina, men so uppaftur upp í eini 8 stig ella so ein annan dag.

Skulu vit nevna há- og lágtrýst (og onnur veðurfrøðilig fyribrigdi), so fara fleiri lágtrýst at ganga í landnyrðing nakað vestan fyri Føroyar, undantikið týsdagin og mikunáttina, tá fer eitt hátrýst at liggja um okkara leiðir við góðum veðri – t.e. lítil vindur og ikki so tjúkk skýggj í erva.  

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadagin:

Ikki nógvur vindur. Bert eitt lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, samdrigið loft og regn, í støðum kunnu tey rokna við kava. Um kvøldið gongur hann so niður í eystan og minkar vindin niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s. Hitin fer at liggja úr frostmarkinum og upp í 4 stig.

Týsdagin:

Dagurin byrjar, sum tann fyrri slepti – lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, samdrigið og ælaveður. Men sum líður á fyrrapartin, so veksurin vindurin upp í frískt lot til frískan vind vestan 5 til 10 m/s, aftur samdrigið og okkurt ælið. Um kvøldið og um náttina minni vindur, lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s. Hitin 2 til 8 stig.  

Mikudagin:

So er liðugt við lítlum ella ongum vindi. Tað verður veksandi vindur av útsynningi úr einum lítlum loti um morgunin, minni enn 5 m/s, upp í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s, út á seinnapartin. Fyrrapartin hálvskýggjað og okkurt ælið, men seinnapartin samdrigið og regn. Út á kvøldið veksandi upp í frískan vind upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, skiftandi skýloft og tað slítur í, tó í støðum okkurt ælið. Hitin 2 til 7 stig.  

Hósdagin:

Mesti vindurin hesa vikuna. Strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður við regni og kava. Minkandi vindur út á seinnapartin, og um kvøldið er lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, samdrigið og ælaveður. Um náttina gongur hann upp í vestan og veksur vindin upp í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, enn samdrigið og ælaveður. Hitin 2 til 7 stig.  

Fríggjadagin:

Frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, samdrigið og ælaveður við regni og vátakava. Hitin úr 1 kuldastigi upp í 4 hitastig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Torra-Konsertin í Varpinum
Harra Løgmaður + 32
Sjálvstýri vil venda skeivu skatta­byrðun…
Veðrið í vikuni
Norðoya Bátafelag hevur aðalfund
Løgmaður svíkir verkafólk
Gentur 14 hjá Stjørnuni steypavinnarar
Áheitan á Løgtingið frá Tvøroyrar býráð
Matvørudepil á veg
Sambands­flokku­rin stuðlar pensjónistunum
Møti í KFUM & K
Fær Aksel talt upp í 17 mánamorgunin?
Torra-Konsert í Varpinum
Fosturtøka, Islam, grøna religiónin og n…
Mjølnir í FM-finalunum eftir 3-1 sigur á…
Torraskráin sunnudagin
Torramyndir frá leygar­degnum
Dreingir 12 hjá Team Klaksvík steypavinn…
Gentur 10 hjá Stjørnuni steypavinnarar
B36 og Dávid B. Andreasen smurdu KÍ av