Lýsing
Lýsing
Lýsing

Framsókn

SKRIVAÐ: Birgir Jakobsen  |  11.04.2025 - 14:13 Lesarabrøv Politikkur

So Framsókn ætlar at seta sum krav, at valevni floksins ganga við til at týna mannalív?

 

Og stovnarin av flokkinum er illur um at persónliga frælsi, sum eisini umfatar at tína mannalív, ikki verður valt fram um at verja mannalív?

Eg kann siga tykkum hvat Harrin Gud Herskaranna fer at siga um hetta.

Við mong av teim kristnu, ja, við mong kristin sum trúgva at Gud ofraði son sín Jesus Kristus fyri syndir teirra, fer Hann at siga:

 

“Eg havi aldri kent tykkum, fari burtur frá mær, tit, sum gjørdu órætt!”

(Matt. 7:23)

 

Flestu menniskju hava sítt persónliga frælsi, men tá eitt menniskja velur at drepa hesi smáu, so er bert ein vegur fyri slík, og tað er niður í Deyðaríkið. Sama er galdandi fyri øll tey sum halda við teimum ið slíkt gera.  Venda tit ikki við og biðja um fyrigeving fyri syndir tykkara, verða tit als ikki frelst.

 

Guds Orð sigur í Matt. 24:13:

“Men tann, ið heldur út líka til endan, skal verða frelstur.

 

Tit í Framsókn, sum virða frælsi tykkara meira enn mannalív, verða als ikki frelst, um tit halda á fram við hesum.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…
Klaksvíkar kommuna biður um rakstrarkred…