Lýsing
Lýsing
Lýsing
Frankfurt Helmet

Grunge úr Alaska & elektroniskt úr Kina

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.04.2025 - 09:18 Tíðindi

Veingjabreiðið hjá G! er, sum altíð, breitt, landafrøðiliga og tónleikaliga. Í dag kunngera vit tveir bólkar, har annar kemur heilt úr Kina og spælir elektroniskan tónleik, og hin allan vegin úr Alaska og spælir grunge tónleik.

 

SunDog

Alt melur í klingur í lívsins ringrás, og sostatt eru vit komin runt aftur til 90'ini, tá ið grunge var í hæddini. Heilt yviri úr Alaska kemur bólkurin SunDog, sum spælir grunge tónleik. Tað vil siga, at einki eitur at hava ov nógvan fuzz á gittarinum, og einki eitur, at tú ikki dugir at spæla. Góðu løgini eru tó meira enn vælkomin her. So gleð teg til eina ráa og ljómandi løtu, beint frá livrini, tá ið SunDog kemur á G!

 

Frankfurt Helmet

Gev einum føroyingi útgerðina, og bið hann gera elektroniskan tónleik. Hann skal nokk finna uppá okkurt! Men hvat ger ein kinesari? Hettar fáa vit høið til at finna útav, tá ið kinverski bólkurin Frankfurt Helmet kemur, allan tann langa vegin úr Kina, at framføöra á G! Kom og uppliv forkunnugan elektroniskan tónleik á festivalinum.

G! Festival verður dagarnar 17.-19. juli í ár. 

 

Sundog

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vágbingur er bílagdur til 2028
Søguligur dagur á TSK
Kósin besta úrslit nakrantíð
Summar­blaðið í gerð
Útivikan 2026
Jeff Landry: Vil arbeiða fyri at gera Gr…
8.019.600.000.000 kr
Nýggj regla hevur longu avgjørt lagnuna…
Myndarøð: KÍ kvinnur - 07Vestur (5-1)
Samleikin verður styrktur 
Konsertir í Leirvíkar Bátasavni og Ribar…
Lena Anderssen á Summar Festivalin
Nøglin: Hvør er besta manning 2006 - 202…
Tøkk - Sigrid Henrikka Margrethe Sofie G…
SU: Mor er ikke sur, mor er skuffet
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir