Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Russ Taff til Føroya

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.04.2025 - 12:39 Tíðindi

Vælkendi gospelsangarin Russ Taff  kemur til Føroya at hava konsert tann 9. juli - í Nebo á Toftum. Stuðulsgrunnurin GJAMMA-Live skipar fyri.

 

 

 

Russ Taff er vælkendur innan kristna tonleikaheimin – heilt frá 70´árunum sum forsangari í “The Imperials” har hann sang perluna “Praise the Lord” inn í hjørtuni hjá mongum og til tops á hitlistunum, sum solistur við fleiri útgávum, og seinnu árini sum partur av Gaither Homecoming og ikki minst Gaither Vocal Band. Russ taff hevur vunnið fleiri Grammy virðislønir.

Nú er Russ Taff aftur útgávuaktuellur, Cover Story kom út í januar, og er eitt savn av hansara inniligu tulkingum av kendum sangum hjá m.o. so ólíkum artistum sum Prince, U2 og Blind Willie Johnson. Russ tulkar kendu sangirnar á sín heilt serstaka hátt – og eru framførslurnar hjá honum í dag sera inniligar og hjartabornar – sum bara ein maður við nógvum lívsroyndum kann gera tað.  

Russ hevur verið nakrar ferðir í Føroyum fyrr, og hevur í hesum sambandið knýtt vinarbond við Føroyar og føroyingar. Útgávan “Faroe Islands”, sum Jákup Zachariasen stóð fyri saman við Óla Poulsen og Kristoffur Mørkøre, er prógv um tætta sambandið. Nú fáa føroyingar so aftur møguleika at uppliva Russ Taff – tá hann trínur á pall í framúrskarandi høllini í Nebo á Toftum. Við sær á ferðini hevur Russ Taff konu sína Tori, sum hevur fylgt honum og samstarva tónlistarliga gjøgnum viðgongd og mótgongd í nærum 50 ár.  

Konsertin við Russ Taff verður 9. juli kl.19.30 í Nebo á Toftum. Á palli saman við Russ verður framúrskarandi føroyskt orkestur, undir leiðslu av Henning Hjalt Nicodemussen, og koma teir at framføra løg av nýggju útgávuni umframt eitt úrval av sangskatti Russ Taff.

Atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo, og tað er at gera skjótt av, tað er sum vera man avmarkað nøgd av atgongumerkjum til sølu, og longu nú eru fleiri seld.

Stuðulsgrunnurin GJAMMA-Live

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í vikuni
Brynja Høj eitt ár aftrat í Stjørnuni
Julian rann seg til enn eitt met
Upptakt: KÍ-Skála
Konsert í heimsflokki í Varpinum í dag.
Hagtøl: KÍ kvinnunar fingið betri byrjan…
Fyrra bræv Pæturs
Fyrra bræv Pæturs
Fyrra bræv Pæturs
Klassisk konsert og opin pallur í Varpin…
Ræstur fiskur í Neystinum
Føroyameistarakappingin í bridge fyri pø…
1 mai røða hjá Bjørg B Egholm
Vælkomin til Toftir á Bátafestivalin
Konsertrøð við sello og flygil
Steggjaveitsla: Burturvilsti sonurin van…
17 konfirmantar játtaðu sín dóp
EL-IN 20 ár í Klingrugarði
Føroyskar fyritøkur vístu seg fram á Ice…
Góður rakstur og kappingarførir karmar t…
Lýsing