Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroyskt stjørnudust á G!

SKRIVAÐ: G!  |  22.04.2025 - 08:01 Mentan Myndarøð Tíðindi

Vit kunngera í dag ikki færri enn fýra nøvn – øll føroysk. Hóast tey umboða ymiskar aldursbólkar og tónleikasløg, so hava tey tað í felag, at tey øll glitra av stjørnudusti.

 



Danny & the Veetos
Í nýggjari tíð munnu fáir bólkar hava skapt so sterka kenslu av felagsskapi og felagssangi, sum bólkurin Danny & the Veetos. Næstan øll hava helst sungið við í veitslu, til hondbóltsdyst, á konsert, ja hvar sum helst, tá ið onkur av kendu sangunum hava rungað, har tann kendasti helst er "Alright". Bólkurin er endiliga á bananum aftur eftir ein langan steðg, og vit gleða okkum at uppliva fullan sand av fólki skrála "Alright!", tá ið Danny & the Veetos koma at framføra á G! 17.-19. juli.

Hamradun
Víkingarokkur so tað forslær, tað er Hamradun. Og meðan bólkurin manar fram ódn og brim, er fremsti maður á brúnni mergjaði sangarin og sagnarhetjan, Pól Arni Holm, ein hin mest karismatiski tónleikarin vit nakrantíð hava átt. Livdu vit fyri góðum 1000 árum síðani, høvdu hesir helst hertikið Ongland, ella siglt til ókend og fjarskotin lond fyri vestan. Men, sum nú er mugu teir taka til takkar við gøtusand, og tað gleða vit okkum sanniliga til!

Eivør
Tað er ikki ordiligur G! festivalur, um Eivør ikki er við. Og tí eru vit glað fyri, aftur í ár, at bjóða okkara stórstu føroysku songstjørnu aftur á pallin. Ár eftir ár fortelja vit um, at hettar var stórsta árið hjá Eivør nakrantíð, og í ár er einki undantak. Hon hevur verið á drúgvastu konsertferð síni nakrantíð, sum hevur ført hana heilt frá Avstraliu til Ameriku – og allastaðni har ímillum – og hon spælir fyri fleiri og fleiri fólkum hvørt kvøld. Vitjanin á G! er bert ein lítil steðgur, tí konsertferðin heldur fram alt árið. Framførslan á G! í ár verður nakað heilt serligt, og vit gleða okkum at síggja og hoyra okkara stórstu stjørnu í toppformi.


Tamara Mneney
Tamara Mneney hevur eina rødd tú minnist. Fuglfirðingurin, sum tók síni fyrstu evarsku fet her heima, hevur spreitt sínar veingir, og er nú ein R&B-stjørnuspíri uttanfyri landoddarnar. Í fjør spældi hon á Roskilde Festival í Danmark, og fekk sera góð skoðsmál fyri framförsluna. Fyri kortum gav hon út staklagið "Drip", sum eftir bert lítlari løtu hevði fingið hundraðtúsundtals stroymingar í Onglandi, har kappingin annars er sera hørð, innan júst hettar tónleikaslag. Vit eru ómetaliga spent at hoyra okkara egnu R&B stjørnu, Tamaru Mneney.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndaarøð: KÍ - Víkingur (1-0)
Veðrið í vikuni
Mathias Lassen Samuelsen nýggjur formaðu…
Embætismanna­bólkur felags fund í Føroyum
Sangmøti í Betesda 2. páskadag kl. 18
Upptakt: KÍ-Víkingur
Til politisku flokkar­nar, ið tilevna sam…
Góðar páskir!
Stillføri kassameista­rin hjá KÍ seinastu…
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Beinir letur væl at
Komandi løgmaður er bjartskygdur
VG: Ungur klaksvík­ingur tjenar kassan
Sami formansskapur heldur fram
Almennur føroyskur dansur annað páskakvø…
Høgni endurvann FM-heitið
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur