Lýsing
Lýsing
Lýsing
Landsbankastjórin er við í dokumentarinum hjá KvF í kvøld um Suðuroyartunnilin. Hon hevur áður sagt, at landið ikki hevur ráð til hann | Mynd: Skíggjatak frá FB-profilinum hjá KvF

Almennir stovnar í Havn royna at steðga Suðuroyartunlinum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  28.04.2025 - 08:46 Leiðarin Politikkur

Landsbankin hevur í longri tíð roynt at seta ein stoppara fyri føstum sambandi til Suðuroynna, og í gjár meldaði Kringvarp Føroya seg eisini á banan við eini ”háaktuellari sending” við heitinum um sama evnið, sum verður send beint eftir Dag og viku í kvøld. Í brellbitanum var fyrsti setningurin ”Vit hava ikki ráð til Suðuroyartunnil”.

 

 

Útmeldingin kom sama dag sum at frákoyrdi tíðindaleiðarin í Kringvarpinum, búsitandi í Havn, eisini kom við eini útmelding á Facebook um at steðga á við tunlinum.

Tað nýggja í hesum er sum so ikki mótstøðan úr miðstaðarøkinum um útbyggingar av samferðslukervinum. Hon hevur altíð verið har. Í mars 1992 savnaðu fólk í Hoydølum inn undirskriftir ímóti at gera Vágatunnilin. Í 2008 savnaði ein privatpersónur í Havn, sum seinni stillaði upp fyri Sjálvstýri, inn undirskriftir ímóti Sandoyartunlinum. Í báðum førum blivu íløgurnar skotnar umleið 10 ár fram í tíðina, uttan iva partvís vegna illviljan úr miðstaðarøkinum.

Tað nýggja er, at almennir stovnar í Havn nú at síggja til eru gingnir saman um at forða verkætlanum í útjaðaranum, meðan politiska viðgerðin enn er í gongd.

Vit hava áður sæð kolandi dýrar almennar byggiverkætlanir í Havn. Men ongin Landsbanki mælti frá Marknagilsdeplinum í 2008 ella H-bygninginum í Havn, og onki Kringvarp gjørdi ”dokumentarar” um, at hetta høvdu vit ikki ráð til. Ikki fyrrenn langt aftaná, at tær fyri Føroya fólk kolandi dýru verkætlanirnar í Havn gjørdust veritablar byggigølur, fingu vit dokumentarnar frá Kringvarpinum um óskilið. Og tá var tað alt ov seint at steðga teimum. Hvar vóru frámælini, áðrenn verkætlanirnar fóru í gongd?

Landsbankin hevur heldur ikki mælt frá ætlanini um at gera eitt Kampus í Havn, sum sambært summum keldum fer at kosta okkum skattgjaldarum eina milliard. Tíansheldur er higartil ongin dokumentarur komin frá Kringvarpinum um ovurhonds stóra kostnaðin, sum hetta fer at kosta Føroya fólki. Hvar eru frámælini og dokumentarurin?

Vit hava heldur ongan dokumentar frá KvF ella nakað frámæli frá Landsbankanum sæð um Tjóðleikhúsið, og um vit hava ráð til at gera ein so dýran stovn aftur í Havn. Metingin higartil sigur 600 milliónir, harav landið skal gjalda ein triðing. Hvar eru frámælini og dokumentarurin?

Kringvarpið hevur eisini áður funnist at gávum til vinnulívið í Klaksvík og Eysturoy, tí tey hava givið einum sjúkrahúsi í útjaðaranum eina gávu – í sendingum, har verturin var tann sami sum fyriskiparin av dokumentarinum í kvøld. Men ongar sendingar við illa fjaldum ákærum um oligarki vórðu gjørdar um tað, tá vinnulívið í Havn gav sjúkrahúsinum í Havn sama slag gávur í 1998 og 2013.

Samlaða myndin er ófrættakend. Vit hava almennar stovnar í Havn, sum mæla frá ábøtum og útbyggingum í útjaðaranum, men sum ongar innvendingar hava ímóti dýrum verkætlanum í Havn – ikki fyrrenn langt aftaná, at tær eru farnar í gongd, og tað er ov seint at steðga teimum. 

Vit hava eisini fingið at vita, at prísurin fyri Suðuroyartunnilin, sum Framsókn hevur kravt, at pensjónsaldurin hækkar upp í heili 70 ár. Tað er eitt stórt offur, vit borgarar lata, men verður Suðuroyartunnilin steðgaður, so hava vit føroyingar eitt fólkakrav um, at pensjónsaldurin heldur ikki hækkar.

Vónandi verður tann vinkulin eisini við í dokumentarinum í kvøld.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fyrilestur útsettur ein tíma
Norðlýsið á gøtuni
Almennir stovnar í Havn royna at steðga…
”Takk fyri síðst”-politikkur
Myndir frá kvøldskúla­framsýningini
Ævintýrið um Suðuroyar­tunnilin
Stuðuls­renning fyri Músabróður
Veðrið í vikuni
Betta vitjar Hugna
List í barnahædd
Møguleiki at svimja av Strondum til Toft…
Hans Andrias vann Sement 2025
Tann 12. maj fyllir Arthur Guðjonsson 80…
Rachel og Petur Hansen takka fyri hesafe…
Olavs Menn vitja í Klaksvík 18. mai
Rigga til framsýningina
Felags­konsert í Fríðriks­kirkjuni sunnuda…
Mjølnir: Móttøka í Badminton­høllini
Mjølnir steypavinnari eftir fimmsettara…
KÍ vann stórsigur í Vági