- Tú hevur tendrað ljós hjá fleiri
Segði Annika Steintórsdóttir Biskopstø millum annað í røðu sínari í samband við framsýningina hjá Kvøldskúlanum, tá Jutta Hansen gavst sum kvøldskúlalærari efitr samfull 60 ár. Vit prenta røðuna :
Góðu tit øll – og í dag fari eg eisini at bera eina serliga heilsan og tøkk til Juttu Hansen.
Sum tað er hugtakandi at síggja hesa framsýningina, og alt tað vakra hondarbeiði og handverkið, sum tit hava gjørt. Eg hugsi um tímarnir, sum tit hava sitið, allar løtunar tit hava verið hugbundin og í flow (fyri ar brúka eitt nýmótans orð), og tann orkan, teir tankar og tann kærleiki tit hava lagt í tykkara verk ... Og so síggi eg eisini tann góða felagsskapin fyri mær, hoyri prátið tykkara millum, merki íblásturin, sum tit geva hvørjum øðrum ... Hendan ríkandi kenslan at vera saman um eitt ítriv og góð felags áhugamál.
Tað er onki at ivast í, at tað er sunt at brúka hendurnar og at fordjúpa seg.
Vit liva í einum samfelagi (og í eini tíð), har hjólini bara mala skjótari og skjótari og vit eru fleiri, sum renna og skunda okkum meiri, enn hvat kroppurin og sinnið megna og eru skapt ella gjørd til. Og vit síggja eisini úrslitið. Eisini hjá teimum ungu ættarliðunum.
Nógv fólk misstrívast, fáa ymsar vælferðarsjúkur, kenna seg einsamøll og brenna út.
Ein kendur sálarfrøðingur, Anne Kirketerp, sum eisini hevur útbúgving innan handverk og list hevur sagt tað nakað soleiðis: “Man átti at ordinera hondarbeiði (og hondverk) á recept.” Tað er man nógvastaðni farin at gera, tá tað snýr seg um heilsu og motión. Og hetta er heilt víst vegurin fram.
At brúka hendur og kropp er ein púra nattúrligur partur av gerandisdegnum og nærum ein fortreyt fyri at yvirliva sum menniskja.
Men forteljingin seinastu mongu árini hevur verið, at vit skulu lesa og fáa okkum akademiskar útbúgvingar. Og alt gott um tað. Men ein óheppin avleiðing er, at góðu gomlu lærumeistararnir fækkast í tali. Fólk, sum trúføst hava hjúlkað um tað vakra handverkið, gerast eisini eldri og orkan gongur undan. Eitt ljós er tó fyri framman.
Vit hava nógv at takka kvøldskúlanum og tess lærarum fyri!
Og tíbetur byrja vit eisini sum samfelag at síggja týdningin av hollari føroyskari vitan, nærlagni og dugnaskapi til hendurnar, og ta gleðina sum hetta grundleggjandi kann geva okkum, sum her búgva og virka.
Ja, hyggið bert rundan um tykkum. Tað er sjón fyri søgn!
Gamalt var:
“Tað, sum eg hoyri, gloymi eg.
Tað, sum eg síggi, minnist eg
Men, tað sum eg geri, tað skilji eg”
Hondverkið og hondarbeiðið eiga vit at virðismeta høgt. Tað, sum vit evna og skapa, ja alt tað sum kemur úr okkara hondum, hevur ómetaliga stórt virði. Tað klæðir, ríkar og gagnar gerandisdagin, men er sanniliga eisini føroysk list og mentan, tá ið hon er vakrast.
Men lønin fyri handverk talar fyri seg, og vísur eisini, hvat status liggur í vanligum handarbeiði ella hvat vit, sum samfelag, leggja tey í vøkru verk, sum tit øll leggja fyri dagin.
Tíbetur flyta rákini seg. Og vit liva nú í eini tíð, har vit eru vorðin meira tilvitaði um týdningin av tí handaliga. Vit eru so smátt farin at seta spurningartekin við skundvørur og massaframleiðslu og eru farin at eftirspyrja góðsku og tær góðu søgurnar. Vit síggja eitt mótrák til øktu ferðina. Vit eru so smátt farin aftur at velta og gróðurseta egið grønmeti, virka ullina, umvæla slinu klæðini, polstra, smíða og dreyga okkara egnu brúkslutir. Lampuskermar og koppar, úr træ og keramikki. Og so øll glaslistin og tær tær vøkru smykkurnar úr silvuri og horni. Ja, og so veva, seyma, hekla og binda vit, kanska meiri enn vit hava gjørt leingi!
(helst besti mátin at binda frið uppá)
Sjálv eri eg miðnámsskúlalærari, og tað er ein frægd at síggja, hvussu nógv ung binda í dag. Nærum helvtin av øllum næmingunum sita við stokkum ella heklunál í flokkunum. Og eg haldi tað er fantastiskt.
Í Føroyum eiga vit eina ríka mentan innan handverk og list. Hetta eiga vit at virða og vera errin av - og ikki taka fyri givið. Tað er ótrúligt, hvat okkara kvinnur og menn, hava megnað at skapað og fingið burturúr tí tilfeingi, sum vit sum land eru ríkaði við.
.. og TAKK til tykkum sum hava hildið føroyingum á hesi slóðini, hóast tað til tíðir hevur verið tungt.
Men sum altíð, so er tað nøkur , sum mugu ganga undan!
Og vit eiga her ímillum okkum eina megnar kvinnu, sum kemur at verða skrivað í okkara søgu og hjørtum, soleingi sum tjóðbúnin klæðir føroyingin.
Og í dag vilja vit tí heiðra og inniliga takka Juttu Hansen fyri trúgva tænastu sum lærumeistari í kvøldskúlanum og gjøgnum sítt virkna og mentaða lív.
Góða Jutta
Vit halda øll, at vit kenna teg. Tú er ein partur av okkum øllum. Tú hevur í tínum virkna lívi lært og givið so ómetaliga nógv frá tær. Sjálv var eg heppin at hava teg sum lærara fyri júst 20 árum síðani, tá eg gekk á Húsarhaldsskúlanum. Tá broderaði eg fyrriklæði og turriklæði. Og tú líkist tær sjálvari. Ert líka vøkur enn, so eg ivist ikki í, at hondarbeiðið hevur gjørt tær væl.
Góða Jutta, tú hevur røkt títt starv sum hondarbeiðslærarinna í heili 60 ár og mær er fortalt, at tú ongan sjúkradag hevur havt øll hesi árini - og tað man vera eindømi. Vit eru heppin at hava havt teg í Klaksvíkar kvøldskúla øll árini.
Tú hevur verið ein trúfastur lærumeistari í seyming og brodering, og tú hevur við tínum dygdum, nærlagni og vitan lagt lunnar undir eina blómandi mentan á hondarbeiðsøkinum.
Tú hevur verið við til at varðveitt, ment og víðarigivið tína vitan til hópin av kvinnum, og ivaleyst eisini onkrum manni, síðani 1965. Tað liggur eitt stórt virði í tí. Eitt virði, sum er trupult at lýsa við orðum, men sum er í millum okkum, í mentanini og partur av okkara samleika.
Tað at kunna príða heimi við hondverki ein sjálvur hevur gjørt, skapar gleði og nøgdsemi. Mangar vakrar hondseymaðar gardinur, hardanger dúkarnir, pútur og seingjarklæðir hava verið virkaði við tínari leiðslu og hjálpandi hondum.
Tú eigur eisini ein stóran lut í, at áhugin fyri teimum føroysku klæðunum er kveiktur og mentur so nógv hesi seinastu árini. At vit í dag kunnu klæða kvinnuna og mannin og børnini í tann vakra føroyska búnan er ikki ein sjálvfylgja. Tað krevur, at onkur lærur frá sær og gevur arvin til tað skapandi hondverki víðari.
Nú letur tú kyndilin víðari, og dagurin í dag er vitni um, at tú hevur tendrað ein ljós hjá fleiri og títt íkast fer at verða eitt týdningarmikið klípi handlistini, mentanini, komandi ættarliðum og framtíð føroyingum at frama
Takk fyri Jutta og tit øll í Klaksvíkar kvøldskúla.