Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nógv áhugaverd mál á býráðsfundi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  28.04.2025 - 17:00 Politikkur Tíðindi

Á býráðsfundinum í Klaksvíkar Býráði í kvøld, mánakvøldið 28. apríl, eru fleiri áhugaverd mál, harav eitt man vera endurskoðanin av fíggjarætlanini fyri 2025. Eisini verður lendisarbeiði við Ósánna og við Húsarhaldsskúlan á skrá, eins og tað altíð kenslusama við navngeving av vegastrekkjum. Og so eru dulnevnd tilboð uppá íbúðarverkætlan niðan Horn eisini á skrá.

 

 

Í endurskoðanini av fíggjarætlanini er tað ikki heilt greitt, júst hví tað er neyðugt við eini endurskoðan. Har stendur bert, ”at avsetingarnar í fíggjarætlanin í fleiri førum [eru] ov teprar”, og bendir tað á, at ov lítið er sett av. Og tað verður undirstrikað av setninginum um endamálið við endurskoðanini, ið er, at ”tryggja, at fíggjarætlanin fyri 2025 er realistisk og í samsvari við veruligu inntøkur og útreiðslur”. Eftir hesum at døma heldur skribenturin, at undanfarna fíggjarætlan ikki hevur verið realistisk ella í samsvari við veruligu inntøkurnar og útreiðslurnar. Heilt víst eitt spennandi mál. Fólkaflokkurin í Fíggjarnevndini tekur ikki undir við málinum, meðan býráðssamgongan ger.

 

Parkeringspláss, uttanumøki, Ósáin og Húsarhaldsskúlin

Eins høgt fara bylgjurnar neyvan at ganga í málinum um uttanumøkið við Ósánna og Húsarhaldsskúlan, har nevnirnar, sum eru inn yvir málið, sum heild eru positivar, men peningur írestar. Parkeringsplássið á økinum er mett at kosta 2 milliónir, og so er ongin fígging til tað, sum ein kostnaðarmeting áljóðandi 3,1 mió. er gjørd um. Tekniska fyrisitingin sigur, at verkætlanin verður framd í 2025, tí hon ikki tolir at bíða, og tað verður viðmerkt, at málið skal samtykkjast tvær ferðir av býráðnum.

 

Dulnevnd uppskot ella ei?

Og so er eitt mál um møguliga íbúðarbygging niðan Horn. Har er spurningurin, sum støða skal takast til, um dómsnevnd og býráðið ikki skulu kenna eigaran av uppskotinum, fyrrenn best skikkaða loysnin er vald. Hetta er, sum vera man, ein prinsipiellur spurningurin og av tí sama verður áhugavert at fylgja við.

 

Stangatrøð

Hartil verður skotið upp at kalla ein av síðuvegunum til eldri ognir við Stangavegin fyri Stangatrøð. Her hava fleiri onnur uppskot sum skilst verið, harav okkurt var at navngeva vegin eftir eigaranum av teirri einu trøðni. Gøtunavnanevndin skjýtur tó Stangatrøð upp og grundgevur við, at tey helst vilja sleppa undan umljóði í bending (møguliga spøkir Snjallabjalla her?), og eisini við, at navnið Stangatrøð er felagsheiti og tí ikki tekur ein traðareigara fram um aðrar.

 

Býráðsfundurin byrjar kl. 17:30.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…