Lýsing
Lýsing
Lýsing
Fríðin Ziskason er virkisleiðari á Pelagos | Mynd: Jóhann Lützen

At 75% skulu kunna landast uttanlands oyðir føroysk arbeiðspláss

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.04.2025 - 11:41 Politikkur Tíðindi Vinna

Norðlýsið hevur gjørt samrøðu við Fríðin Ziskason, ið er virkisleiðari á Pelagos, sum er ein av fyritøkunum í norðurøkinum í Føroyum, sum verður meint rakt av ætlaðu broytingunum hjá samgonguflokkunum í sjófeingislógini. Ikki bert fyritøkan, men sanniliga eisini starvsfólkini, fara at missa nógv arbeiði, verður uppskotið samtykt.

 

 

Fríðin greiðir soleiðis frá: – ”Áðrenn strandalandaavtaluna í 2024 var loyvt at landa 15% uttanlanda av makreli, sild og svartkjafti. Tá ið hendan avtalan so kom, lækkaði hon samlaðu kvotuna fyri atgongd í t.d. norskum sjógvi. 50% kunnu fiskast har, og nú av lægri nøgd. Sambært norskari lóg skal hesin fiskur skal kunna seljast uttanlanda. Tað merkir, at nú kunnu skip í veruleikanum landa 50% uttanlanda pluss tey 15% í lógini, tilsamans 65%, eftir galdandi lóg”. 

Víðari sigur Fríðin: – ”Nú álit er komið úr Vinnunevndini í Løgtinginum, ynskja samgonguumboðini, at tey 15% skulu økjast til 25%, sum umframt tey 50% vegna strandarlandaavtaluna gera, at reelt kunnu 75% av makrelinum nú landast uttanlanda!”

Hann heldur fram: – ”Uppaftur verri er statt við sild. Har kann alt fiskast í Norra, so har kann alt, nominelt 125% eftir broytingina, landast uttanlanda”.

 

Ongin hugsar um arbeiðsfólkini á virkjunum

– ”Frá mai/juni í 2024, tá strandalandaavtalan kom, er mongdin, sum kann landast uttanlanda, vaksin úr 15% til 65%, og nú veksur hon so upp til heili 75%, tí ongin hevur í tilgongdini hugsað um verkafólkini. At hesi fólkini og virkini fáa nógv minni fisk at arbeiða fer eisini at kosta kommunukassunum og landskassanum tilsamans fleiri hundrað milliónir”, sigur Fríðin Ziskason. Spurdur um hvat tað rætta so er at gera, er Fríðin ivaleysur:

– ”Tað einasta rætta er at seta galdandi 15%’ini niður á NULL fyri makrel og sild. Vit í Føroyum mugu verja føroysk arbeiðspláss og føroyska ekspertisu innan menning av fiskaframleiðslu. Alla staðni uttan í Føroyum síggja vit tollforðingar o.a., har hini londini verja egna framleiðslu. Í Stórabretlandi hava tey higartil kunnað landað 80% uttanlands, og tað fer nú niður á 20%. Føroyar gera beint øvugt”, greiðir virkisleiðarin á Pelagos frá. Leggjast kann afturat, at Ísland loyvir 0% landing uttanlands, t.v.s. ongari.

 

Skuldi bara snúgva seg um svartkjaft

Hetta reisir sjálvsagt spurningin um, hvussu tað ber til, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum skjýtur upp at økja um partin at avreiða í útlondum, tá tað nú hevur so stórar og keðiligar avleiðingar fyri føroyska fiskaframleiðslu og verkafólk, og hví Vinnunevndin tekur undir við honum í tí. Fríðin hevur hetta boð:  

 – ”Tað var bara í svartkjaftinum, at tankin frá byrjan var at koma upp á 50%, sum nú er sett til 25%. Tí har er ongin svartkjaftur at fiska í norskum sjógvi, so tað talið kemur ongantíð upp á 65% ella 75% kortini”, sigur virkisleiðarin. Hann leggur afturat:

– ”Higartil hevur landsstýrismaðurin havt heimild í kunngerð til at gera undantøk, og tað hevur riggað væl. Tað er pelagiskum fiski og laksi at takka, at Føroyar hava havt so stóran framburð og vøkstur, sum vit hava havt. Men nú er ætlanin at drepa hønuna, hóast man livir av eggunum.

Vegna hetta syndarliga álitið, sum nú er komið úr Vinnunevndini, verða nógv færri egg at liva av”, sigur hann.

Í hoyringarsvari frá feløgunum fyri arbeiðsfólk á landi sæst, at tey mæla staðiliga frá at samtykkja uppskotið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
List á barnahædd
Gleðisdagur fyri Føroyar!
Undirlutakenslur handan broyting­ina í sj…
Kristian vitjar Norðlýsið
At 75% skulu kunna landast uttanlands oy…
Blákrossbúðin letur upp í morgin kl. 13
Búgvin og Fiskaklettur landa í morgun
Nema og Elding hava gjørt eitt samstarv
Ov fá fáa brúkt tíðartreytaða pensjón og…
Sjáldsamur springari
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Tí er KÍ-TB í morgin
Broytingar eru í innsavning­ini hesa viku…
Góður ársfjórð­ingur hjá Føroya Banka
Tað ber ikki til at forða okkum í at key…
Barnalist á Stongunum
Ziska sleipaði Olgu Mariu á Lorvík
Jørgin Ellingsgaard 75 ár
Gadus skrivar søgu – alt til matna
Suðuroyar­tunnilin fer neyvan at hava vón…