Lýsing
Lýsing
Lýsing

Til minnis um Steinfinn Matras

SKRIVAÐ: Karstin Joensen  |  02.05.2025 - 06:53 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

“Gott og trúfast er tað hjarta, sum hvílir nú. Gud gav, og Gud tók – men kærleikin livir.”

 

“Gott og trúfast er tað hjarta, sum hvílir nú. Gud gav, og Gud tók – men kærleikin livir.”

Hetta var tað fyrsta, sum kom fram fyri, meg tá ið eg fekk boðini um, at Steinfinn Matras var farin burtur í annað ljós.

 

Ba (sum hann bara var kallađur í okkara familju) var ein heilt serstakur persónur, ella rættari sagt eitt lívstykki, og er tađ trupult at finna nokk av lýsingarorđum um hendan fantastiska persón. Sjálvt um eg hesa løtuna bert finni nøkur fá lýsingarorð, so var hann altíđ glađur, flenti nógv, hjálpsamur, nærverandi, umsorganarfullur, tolin, positivur, raskur og góður viđ øll - ja eg kundi blivi viđ, og kenni eg ikki nakran annan persón, sum hevđi so nógvar góđar og menniskjaligar eginleikar sum Ba og er tađ ikki uttan orsøk, at øll vóru góđ viđ hann, og føldu seg væl í selskapi saman viđ honum, bæđi stór sum smá.

 

Tađ var altíđ hugnaligt at fara norđ at vitja Astir og Ba, tey vóru altíđ so blíđ, man kom altíđ til háborđs, har Ba so trúliga skar mær kjøt uppá breyđ og viđ sínum eyđkenda máta segđi: " beiggi, drív á! Tađ er nokk til". Hóast eg kom norđ viđ konu og børnum, so var eg hansara "beiggi", sum ikki mátti fara svangur frá borđinum.

Eisini legði hann sera nógv fyri at hjálpa. Hann tók mangan til, at einaferð tað var stórkavi og eg hevði gjørt avtalu um at sova hjá teimum norðuri í Sundi, men tá ið kvøldið kom, so umbestemmaði eg meg og vildi sleppa aftur til Klaksvíkar. Hann mátti brúka tann fyrsta tíman at grava bilin leysan og síðan í allar ringasta kavaveðrið legði nógv fyri at gera eftir mínum heldur órímuligu boðum, um at koyra meg heim aftur til mammu og babba, tí eg ikki sovnaði hjá teimum. Eg minnist, at hann segði mangan, at: "tá stóð nógv á Ba."

Eg havi bara tey allarfagrastu barnaminnir um hann, bæði sum persón og ikki minst sum vin. Eg og fleiri við mær hava so nógv at takka honum fyri.

 

Á arbeiđsplássinum var hann eisini sera væl lýddur, hann var savnandi og sera arbeiđssamur, arbeiddi nógv, var loyalur og trúfastur og altíð við tað góða orðið. Hann klagaði ongantíð um nakað, var altíđ klárur um neyđugt var at arbeiđa longri enn teir vanligu arbeiđstímarnar,

Eisini á arbeiðsplássinum dróg hann fólk til sín, við sínum savnandi og lætta lyndi. Øll vóru góð við Ba.

 

3. mai 2020, dagin eftir hann fylti 75 ár, var ein dagur, sum stendur okkum øllum fast í minninum, tó ikki fyri tađ góđa.

Eg og børnini fóru norđ í Sund í føđingardag. Lagið á Ba var sum altíđ gott, hann var glađur at síggja okkum. Vit hugnađu okkum, prátađu, ótu og reypađu, og vardi tađ ongan av okkum, at hetta var síđstu ferđ, at vit vitjađu hann í heiminum norđi í sundi, tí seinni um kvøldiđ ringdi Astir okkum upp og segđi, at Ba var farin í skundi viđ sjúkrabilinum til Havnar, tí hann hevđi fingiđ blóđtøpp og seinni fekk hann so ein afturat, og tók alt hetta sera hart uppá hann og hann bleiv likamliga illa fyri.

Hóast framstigini vóru smálig, so var hann sum altíđ positivur. Sjálvt um hatta als ikki var hann, at verða bundin at einum koyristóli og fáa hjálp frá øđrum, so tók hann ongantíđ synd í sær sjálvum og royndi bara at innliva seg í nýggja dagligdagin, fyrst á sjúkrahúsinum og so seinni á Heiminum viđ Vágnað, har starvsfólkini tóku sær væl av honum og Astir so trúliga var um hann.

 

 

Góđi Ba

Eg ynski so hjartaliga at takka tær fyri alt tú vart fyri meg og mína familju.

Takk, at tú vart har, tá id eg var lítil, tá eg vaks upp, í mínum ungdómsárum, og mínum vaksnað líviđ. Takk fyri, at tín kærleikshond ongantíđ slepti. Takk fyri tær óteljandi góđu løturnar í tínum selskapi.

Nú tú ert farin undan okkum, so eru tað tey góðu minnini um teg, vit taka við okkum og, sum skulu vera okkara troyst í sorgini og sakninum um teg. Tú, sum altíð setti teg sjálvan til viks fyri at hjálpa øðrum.

 

Tađ verđur stundum sagt, at sorgin er kærleikans prísur, og er hetta prísurin ein má bera, tá iđ man missir ein av sínum kæru og vil eg nógv heldur syrgja og gjalda hendan høga prísin, heldur enn, at eg ikki fekk møguleikan at uppliva hetta fantastiska menniskja, sum altíđ var har fyri okkum, og ongantíđ spardi seg, viđ sínum stóra hjarta.

 

Góðu Asbjørn, Jákup og Dagny.

Nú Steinfinn er farin, hava tit mist ein høgt elskaðan beiggja, sum tit vóru so góð við og hann við tykkum.

Má Harrin styrkja tykkum í sorgini og sakninum í dag og í døgunum, sum koma.

 

Góða Astir, sorgin og saknurin er størstur hjá tær. Má hann, sum øllum valdar styrkja og leiða teg trygt ígjøgnum sorgina og saknin, nú tú hevur mist tín trúgva fylgisvein, sum tú elskaði so høgt. Takk fyri, at vit øll, ígjøgnum teg fingu lut í hansara umsorgan og kærleika.

 

Vit, sum hava sett okkara álit á fullgjørda verkið á Golgata, hvíla trygt í tí vón, at vit ein dag skulu møta Ba aftur heima hjá Harranum.

Og skal hetta verđa okkara troyst í stóru sorgini og sakninum, og kunnu vit, sum Harran kenna taka undir viđ sálmaskaldinum, sum so beinrakið troystar okkum viđ orđunum:

 

"Aldri tey, sum Harran kenna, hittast skulu síđstu ferđ. Tá iđ tár viđ skilnađ renna troyst í hesum orđum er" 

 

Guds friður verið við tær Steinfinn Matras, Guds friður verið við okkum øllum.

Hvíl í friđi 

Høgt elskađi Ba.

 

Karstin Joensen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Alt til lands – í Norra
Nes Kommuna veksur við fullari ferð
Samgongan í spakuligari upploysn
NATO-flotavenjing í føroyskum sjóumveldi…
Blái Krossur Føroya hevur landsinn­savnan…
Veðrið um vikuskiftið
Til minnis um Steinfinn Matras
Størsti sigur hjá KÍ síðani 1998
10-0 til KÍ
Suðuroyar­tunnilin samtyktur við stórum m…
Myndarøð: KÍ - TB - 10 - 0
Ert tú við uppá eitt torg í Klaksvík?
Neystið viðspælari í miðbýnum
Sílaveiðitúrur á Skarvanes
Vælkomin til JØRÐIN KALLAR:
Okkum varð lovað styttri arbeiðviku, nú…
Vit hava duga væl at umstillað okkum
Upplatingartíðir fyri ferðafólk
Andreas og Terji vitja Norðlýsið
Niarn kemur til Føroyar