Lýsing
Lýsing
Lýsing
Jan Petersen, stjóri í CIG samtakinum saman við Petur Simonsen og Boga Simonsen | Mynd: Jóhann Lützen

Heimsins størsta sjógætismessa í Barcelona

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.05.2025 - 11:00 Myndarøð Tíðindi Vinna

Føroyar eru siglandi tjóð, umframt at vit sum land veruliga eru við at fáa eyguni upp fyri, at sjógæti ikki bert er gerandismatur, men at kulinarisk meistaraverk væl kunnu gerast úr føroyskum fiski, tað veri seg aldum ella villum fiski. Og føroyska fiskivinnan, alivinnan og undirveitarar eru sjálvsagt við á eini tílíkari altjóðamessu sum hesari

 

 

Sjógætisvinnan í øllum heiminum er á breddanum í Barcelona komandi tríggjar dagarnir, t.e. 6.-8. mai 2025. Hetta er fjórðu ferð at stevnan, nevnd Seafood Expo Global ella Seafood Processing Global, verður hildin í Barcelona. Áðrenn tað varð hon hildin í Bruxelles. Á messuni møtast keyparar og seljarar innan fiski- og alivinnu úr øllum heiminum.  

Harumframt luttaka eisini fleiri framleiðslufyritøkur, leverandørar, fjølmiðlar og fólk við vitan um sjógæti, og í ár koma luttakarar úr 152 londum. Í fjør luttóku framsýnarar úr 87 londum, so hetta er nærum ein tvífalding, og messan er nú heimsins størsta.

Eins og til undanfarnu messurnar er føroyska vinnulívið væl við. Allar alifyritøkurnar, Bakkafrost, Mowi og Hiddenfjord luttaka. Føroyska fiskivinnan er umboðað við øllum teimum størstu reiðaríunum, Christiani í Grótinum, JFK, Framherja og Varðanum, og Pelagos er somuleiðis við. 

Afturat hesum luttaka aðrar føroyskar fyritøkur, tó uttan at hava ein bás, eitt nú Formula, Vestpack, Pomek, MP Teknik og aðrar, og umboðini fyri hesar fyritøkurnar fara at ganga runt millum básarnar at greiða frá, hvat tey kunnu bjóða.   

Á messuni møtast luttakararnir við sínar verandi leverandørar, kunngera og miðla nýggjar framleiðslur og netverka við onnur í somu vinnugrein. Barcelona er sostatt karmur um eina globala staðseting, har nærum allur heimsins sjógætisídnaður hittist.

Skráin í ár er sera fjølbroytt. Úr rúgvuni kann nevnast, at ein av ”keynote speakers”, t.e. høvuðsfyrilesarum, er sera kendi professarin í búskaparfrøði við Columbia University í New York, Xavier Sala-i-Martin, sum umframt at vera universitetsprofessari eisini er varaforseti í FC Barcelona Foundation Football Club. Hann fer at halda ein fyrilestur við heitinum The Uncertain New World, óvissi nýggi heimurin.

Eisini verður ein matlistaframsýning í stóran stíl við, at marokkanskur meistarakokkur vísir ”live”, hvussu marokkanskur fiskur verður hagreiddur og borðreiddur, og gestirnir sleppa sjálvsagt at smakka. Smakkiroyndir verða eisini av turkiskum fiski, ið er veiddur í Miðjarðarhavinum, Ægeiska Havinum og Svartahavinum. Og so er ein altjóða øl-barr, har gestirnir fáa tikið sær av løttum millum fyrilestra. Eitt tiltak á messuni er serliga ætlað kvinnum í sjóvinnuni, og vendir sær til allar kvinnur, sum fáast við fiskivinnu og alivinnu. Fyri nú bert at nevna nøkur heilt fá dømi úr skránni.

Føroysku luttakararnir hava sum nevnt ein bás, sum er róptur Faroe Islands Pavillion. Tílíkar ”pavillions” hava onnur lond eisini, og grannalond okkara, Danmark, Noreg, Skotland, Ísland og Finnland eru við eisini umboðað.

Norðlýsið er við á messuni, og myndir og samrøður hiðani fara leypandi at koma á heimasíðuna hesar tríggjar dagarnar.

 

Hanus Hansen, stjóri í JFK saman við Gunnar á Steig og Markus Tummas á Gravarbø

Lýsing
Seinastu tíðindini
Reisigildi Eystan Garð
Ongin sparing í at uppsiga aðalstjórar
Soleiðis blivu frákoyrdu lands­stýrismenn…
Løgmaður um veljara­kanningina
Løgmaður: - Akademikara­felagið skal ikki…
Julian Gregersen settur sum venjari hjá…
Rampan á Syðradali: Nýggjur gelendari se…
Forsølan til Summar Festivalin er byrjað
Veðrið um vikuskiftið
Norðoya Listafelag 40 ár
JFK-Open Grand Prix 2: Úrslit og myndir
Stuðuls­tiltøk í Føroyum varpa ljós á kri…
 Livar sigur frá í Christians­kirkjuni
Milson til minnis
Hvussu eru Føroyar komnar til gjøgnum fl…
Bindifestivalu­rin á altjóða støði
Føroya Bjór: J-dagur í dag
Gittar­framsýning í Varpinum í samband vi…
Bakkafrost leggur seg ikki út í linjufør…
Viðmerk­ingar frá Búskapar- og Løgfrøðing…