Lýsing
Lýsing
Lýsing

Søgulig samanbering:

SKRIVAÐ: Svenning av Lofti  |  06.05.2025 - 22:03 Lesarabrøv Mentan Vinna

-Sjórænarar drópu og rændu fólk í Hvalba í 1629 - Hamas drap og rændi fólk í Ísrael 2023

Í 1629 komu 3 turkisk sjórænaraskip úr Algeria inn á Hvalba. Manningin, ið taldi 500 mans, fór í land og herjaði hesa friðarligu føroysku bygdina og framdu yvirgangsgerðir. Sjórænararnir drupu 6 hvalbingar og tóku við sær umborð 30 hvalbiarkvinnur og børn, sum teir uttan iva seinni seldu sum trælir í Norðurafrika

Eingin av rændu kvinnunum og børnunum komu nakrantíð aftur til Føroya. Orsøkin sigst vera, at tað eydnaðist ikki føroyingum at útvega nóg mikið av peningi, ið kravdist í loysigjaldi fyri at fáa føroyingarnar heim aftur.

Fátækdømi var stórt í Føroyum á teimum døgum. Árini frammanundan, í 1624-1629 var fiskaloysi. Í 1626 var neyðin so stór í Føroyum, at fólk doyðu í hungri. Hungursneyð var eisini í Føroyum í 1632, av tí at hetta var fellisár, tí kornheystingin sveik og fiskaloysi var. 

Sjórænaraálopið í Hvalba kann samanberast við fólkaránið, sum hernaðarligi felagsskapurin Hamas framdi í ísraelsku bygdunum í Ísrael 7. oktober 2023. Hvalbingar og allir føroyingar vóru tá í somu støðu, sum jødiska fólkið í dag. Er tað nakar, ið kann skilja støðuna hjá jødisku gíslunum í dag, so eru tað føroyingar.

Tað er skilligt, allarflestu føroyingar skilja torføru ómenniskjaligu støðuna hjá teimum umleið 50 jødisku gíslunum, sum enn verða fjaldir í skýmaskotum og smogum undir jørð í Gaza.

Eins og allir føroyingar fegnir vildu fingið rændu hvalbingarnar heim aftur, so vilja jødarnir so hjartaliga fegnir fáa brøður, systrar, synir, døtur og bygdarfólk heim aftur.

Men yvirgangsfelagsskapurin Hamas vil ikki. Tað er orsøkin til, at kríggið í Gaza heldur fram.

Tann dag, ið seinasti jødiski fangin sleppur heim, endar kríggið í Gaza.

Men Hamas er helst av sama bergi brotið, sum sjórænararnir, ið herjaðu í Hvalba 1629, teir vilja ikki lata jødisku gíslarnar leysar. Viðvíkjandi barnaverju, kvinnurættindum, mentan, upplýsing og mannavirði, tykjast Hamas og aðrir hernaðarbólkar ikki at vera komnir longur enn til árið 1629.

At hesir bólkar fremja slíkar brotsgerðir er ikki ókent. Men at hesi hava samhugafólk í Føroyum, sum standa uttan fyri dyrnar á fundarhøli í Føroyum, stjala jødiskt flagg frá fundarfyriskiparum, dálka tað og rópa óvæmisorð sum ”barnamordarar” eftir friðarligum føroyingum, kvinnum og monnum, sum leita sær til fundar í Finsen-hølinum í Havn, er óføroyskt, ófólkaligt og óunniligt,

Ein av fundarluttakarunum varð skumpaður so harðliga av mótmælisfólki, at hann varð skaddur og mátti á skaðastovuna. Slíkar illgerðir boða ikki frá góðum, men skerja okkara demokratisku rættindi og frælsi hins einstaka at savnast til fundar, har hann ella hon vil.

Svenning av Lofti

07.05.25

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fyrstu ábendingar um KÍ-hópin í 2026
Ísurin er ordiliga góður
- Nógv er framt, og annað spennandi sten…
Grønari og bíligari orka til øll
Bylgju Cup 2025
Børnini tosaðu við Stubba
Jobmatch gevur ítøkilig úrslit
Ein vøkur siðvenja – 75 ár á baki
Evangeliskt sangmøti í Hermon í Norðdepl…
Jóla­heilsan frá Stril Herkules
Bragd á opnum havi: Bjargaðu 41 flóttafó…
Skrokku­rin til frystitrolaran til Varðan…
Ringið til Jóla­mannin jólaaftan
Frá okkum til tykkum
Takk fyri jóla­heilsan frá Sigrid Dalsgar…
Bogi: - Føroyar selja fyri 1. mia krónur…
Jóla­heilsan frá Wind Keeper
Jóla­heilsan frá grønlendska rækjutrolara…
Jóla­heilsan frá Svend C
LARS LØKKE OG METTE FREDERIKSEN