Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skotnir á áarbakkanum og blakaðir í Donau

SKRIVAÐ: Tordur J. Niclasen  |  13.05.2025 - 13:00 Lesarabrøv Tíðindi

Á ferð okkara í Budapest fyri stuttum varð vitjað á ymiskum søguligum støðum.

 

 

Eitt av hesum var ”Skógvaminnisvarðin”.

Minnisvarðin sýnir 60 pør av bronsuskóm sløddir á einum øki skamt frá tí stásiliga Parlamentsbygninginum (Ungarska tinghúsinum).

Hesin minnisvarðin var ”reistur” í 2005, til minnist um teir mongu jødarnar, ið eirindaleyst vórðu skotnir á áarbakkanum og blakaðir í ánna Donau.

Hendan skemdargerð varð framd av nazistunum, væl stuðlaðir av ungarskum fasistum, í árinum 1944-45.

At standa á hesum staði og skoða  skógvarnar varð ein grípandi og hugtung løta, sum minti ein á ta satanisku viðferð og lagnu mongum jødum høvdu verið fyri – bara tí tey vóru jødar.

Vitjanin í Dohány synagoguni minti okkum á tað sama. Ì urtagarðinum er minnislund við 12 gravum – hópgravum, har fleiri túsund jødar fingu felagsgrøv.

Áðrenn 2. heimsbardagi byrjaði, búðu í Ungarn ikki færri enn 750.000 jødar. Av hesum vóru tað heili 600.000 sum av nazista- og fasista ávum lótu lív – bara tí tey vóru jødar.

Ikki færri enn 6 milliónir jødar vórðu avrættaðir undir krígnum – ein stórur partur av hesum eisini børn. Eirindaleyst avrættað – bara tí tey vóru jødar!

Tað tykist sum søgan endurtekur seg – antisemitisman er sjónlig og ger seg galdandi manga staðnis. Tíanverri eisini her á klettunum.

Vit kunnu øll vera samd um, at kríggj, í sjálvum sær, er ræðuligt og mong ósek verða rakt og lata lív – eisini børn.

7. oktober 2023 var ein vannlukkudagur, tá Hamas gjørdi álop á Ísrael, herjaði tónleikarafestivalin Nova og avrættaði og drap frá hond ikki færri enn 1200 ósek menniskju, harav fleiri børn, sum eirindaleyst vórðu avrættað.

Ein sorgardagur fyri Ísrael, men so sanniliga eisini fyri tað vanliga fólki í Gaza, sum má sigast at hava goldið ein høgan prís fyri skemdargerðina, ið Hamas framdi.

Hjá Ísrael – hjá jødum – er tað ein spurningur um lív ella deyð. Hvørki meir ella minni! Tað er orsøkin til, at hóttanin úr Gaza ella hvar hon so enn kemur, má steðgast ella til einkis gerast.

Um ikki, so verður tað ein endurtøka av Holocaust, tí rakstrarrópið hjá Hamas og teirra stuðlum er “From the River to the Sea”. (frá Jordan ánni til Miðjarðarhavið).Hetta er ein greið ætlan, sum hevur til endamáls, at fáa strikað Ísrael av heimskortinum.

Hatrið hjá Hamas og teirra stuðlum móti jødum  - bara tí tey eru jødar – fer ikki at sigra.

Tá hugsað verður um ta lagnu jødum hevur verið fyri,bara tí tey vóru jødar, er tað ikki minni eitt  Guds undur, at nakar jødi framvegis enn er á lívi.

 

Tordur J. Niclasen

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hallur Hansson hevur gjørt nýggjan sátmá…
476 uppskot til maskott
Eykaaðalfundur hjá MEGD
Lurtið eftir fólkinum ið her býr!
Nógv góð ross at síggja í aðru Safari ut…
GG. Vit sóknast eftir lutum til eina fra…
Skotnir á áarbakka­num og blakaðir í Dona…
Team Klaksvík hevur fingið nýggja nevnd
6. B vitjaði Norðlýsið
Guðrun Sólja syngur á Summar Festivalinu…
Olavs Menn vitja í Klaksvík 18. mai
Dan Brimsvík ferdigur í 07 Vestur
Pylsur og køkur til føðingardags­barnið
Lands­stýris­maður á fundi við Nes kommunu
Dokumentarfilmu­rin "Bakka" í Varpinum í…
Í dag yvirtaka Grønland, Føroyar og Danm…
Smag På Dig Selv
Flogbóltsk­vinnu­r­nar leika venjingardysti…
Boða frá tiltøkum til Norð­oyastevnuskrán…
Lærarastørv til samfelags­frøði, søgu og…