Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ársins Ódnartak 2025

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.05.2025 - 10:18 Ítrottur Tíðindi

Ársins Ódnartak, ið hevur rótfest seg sum ein fastur táttur í føroyskum kappróðri, endaði við einari stórari og væl eydnaðari stevnu í Norðragøtu tann 17. mai

 

Kappingin í ár fevndi um tríggjar stevnur – í Runavík 26. apríl, í Miðvági 10. mai og til síðst við stóru finaluni í Norðragøtu. Nógvir áskoðarir vóru til allar tríggjar stevnurnar, umframt, at allir róðrarnir vórðu stroymdir á youtube.

Við heili 80 bátum, ið luttóku yvir allar tríggjar stevnurnar, varð sett nýtt met fyri Ódnartøk.
Í Norðragøtu møttu 70 bátar til start – hetta er ein stór framgongd, í mun til undanfarnu mettøl: 72 bátar samanlagt og 64 bátar í størstu einstøku stevnu áður.

Men tað vóru ikki bara luttakaratølini, sum gjørdu kappingina minnisverda. Í mongum av bólkunum varð kappingin so jøvn, at bert heilt fáir hálvtrýssindapartar vórðu millum vinnandi bátin og nummar tvey. Spenningurin var eygsýndur, bæði fyri áskoðarar og rógvarar.

So javnir róðrar, er heldur sjáldsamt til FM kappróður, men ikki til Ódnartak.
Heili fimm ferðir endaðu bátar við akkurát somu tíð, og tað sigur ikki so lítið, um støðið á kappingini í ár.

Í barnaróðri hjá gentum í Miðvági (OT 2 2025) komu Svalan (VK) og Firvaldur (FSR) javnir á mál við tíðini 0:46.01.
Sama endurtók seg í Norðragøtu (OT 3 2025), har Sævarmoy (KRF) og Svalan (VK) vórðu skrásettar við tíðini 0:44.06.
Í bólkinum gentur 17–18 ár róðu Jallurin (RK) og Havfrúgvin (VÍF) javnt í Miðvági við tíðini 0:47.26.
Hjá 6-mannafør monnum vórðu Sjódrekin (Skála) og Víkingur (HR) javnir í Norðragøtu við 0:39.18.
Og hjá 8-mannaførunum endaðu Argjabáturin (AR) og Gøtu Tróndur (TIND) eisini javnir við tíðina 0:36.33.
Ein av teimum mest spentu løtunum komu longu í fyrsta umfari í Runavík, hjá 6mf. monnum, har Sølmundur (NSÍ) og Sundabáturin (NHR) lógu nærum javnir allan vegin, og gjørdist munurin bert 0.03 sekundum teirra millum, tá ið skotini fullu. Talan bleiv beinleiðis um eina málmyndaavtøku (photo finish).

Eisini gjørdist tað ein spennandi róður, tá ið Sundabáturin aftur var í eldinum – hesaferð í triðja umfari í Norðragøtu.
Í einari spennandi finalu megnaði hann at halda Skúgvi (SÍF) aftanfyri seg, við einum lítlum muni á 0.06 sekundum.

Hjá 8-mannaførunum, í øðrum umfari, í Miðvági, møttust tveir tungvektarar, Risin (ERF) og Ørvur (HR), í einum taktiskt sterkum róðri. Teir lógu lið um lið nærum allan vegin, og endin gjørdist, at Risin vann við 0.07 sekundum.

Við sterkari luttøku, ágrýtnum rógvarum og róðrum, har hálvtrýssindapartar – og onkuntíð onki – skilti partarnar, hevur Ódnartak 2025 staðfest sítt virði, sum ein stuttlig, spennandi, tøtt og áskoðaravinarlig kapping. Kappingin hevur sanniliga framtíðina fyri sær – og vit gleða okkum longu til næsta ár.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hallur væntar at spæla í Finnlandi
Air France-KLM fer eftir meiriluta­num í…
Team Klaksvík hevur sett nýggjan høvuðsv…
Myndarøð: KÍ vann í Sarpugerði í dag
Daniel Johansen skeyt KÍ enn nærri FM 20…
NATO tinglimir á vitjan í Føroyum
Talgildar viðtalur og nýggj átøk á Suður…
U21 hetjurnar í KÍ blusuna
Kúlubøka á Kaldbaksfirði
Annað bind av "Færøsk Litteraturs Histor…
Tøkk – Ella Mørkøre
Erik Biskopstø vitjar Norðlýsið
Útróðurin í dag
Kular Røtur hava 25 ára show á Vágsbø
Unglingar lupu á sjógv
Fráferðartiltak til Oyggja­leikir 2025
Upptakt: Víkingur-KÍ
Heimsstjørna prísar flyglinum í Varpinum
U21 hetjurnar vitjaði Duritu og Fríðin
Fyrrver­andi blaðstjóri vitjaði Norðlýsið