Lýsing
Lýsing
Lýsing

Málverju- og fótbóltsskúli í Gundadali við John Achterberg

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  21.05.2025 - 09:54 Ítrottur Tíðindi

Kom við til eitt mennandi og spennandi tiltak.

Hósdagin 29. Mai sum er Kristi himmalferðardagur og fríggjadagin 30. Mai, hevur føroyskur ungdómur ein gyltan møguleika at melda seg til ein spennandi málverju- og fótbóltsskúla í Gundadali.

John Achterberg, fyrrverandi málverjuvenjari hjá Liverpool FC, kemur til Føroya at deila sína vitan og royndir við føroyskan ungdóm. Hann starvaðist hjá Liverpool FC frá 2009 til 2024 og hevur verið partur av einum søguligum tíðarskeiði, undir leiðslu av Jürgen Klopp.

Í hesum tíðarskeiðinum hevur hann vant nakrar av heimsins bestu málverjum, so sum Alisson Becker, Loris Karius og Pepe Reina. Saman við Klopp var hann við til at vinna bæði Premier League og Champions League o.a. kappingar.

Við liðina á sær hevur hann 2 venjarar, ið takað sær av útileikarunum, m.a. ein fyrrverandi leikara úr Bundesliga og Premier League, og fyrrverandi ungdómsvenjara hjá PSV Eindhoven.

Í tveir dagar – 29. og 30. mai – fara teir at læra frá sær.

Dentur verður lagdur á bæði málverja- og útileikaravenjingar.

 

Tiltakið er ætlað fótbóltsungdómi í aldrinum 10 til 17 ár.

 

Kostnaðurin e einans 400 krónur pr. luttakara

Tilmeldingarfreist: Sunnudagin 25. mai 2025

Tilmelding fer fram á  

https://www.facebook.com/share/19LbLiUC95/?mibextid=wwXIfr
 

Nærri kunning: www.facebook.com/faroesesportmanagement

 


Eisini verður ein:

 

Serstakur fótbóltsskúli í samstarvi við Parasport Føroyar

 

Hósmorgunin 29. mai verður eisini skipað fyri einum serstøkummálverju- og fótbóltsskúla í samstarvi

við Parasport Føroyar. Hetta tiltakið er ætlað leikarum við serligum tørvi – øll eruhjartaliga vælkomin at luttaka, óansæð royndir.

Tilmelding:

Tróndur Ravnsfjall

+298 217975

trondur@parasport.fo

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hallur væntar at spæla í Finnlandi
Air France-KLM fer eftir meiriluta­num í…
Team Klaksvík hevur sett nýggjan høvuðsv…
Myndarøð: KÍ vann í Sarpugerði í dag
Daniel Johansen skeyt KÍ enn nærri FM 20…
NATO tinglimir á vitjan í Føroyum
Talgildar viðtalur og nýggj átøk á Suður…
U21 hetjurnar í KÍ blusuna
Kúlubøka á Kaldbaksfirði
Annað bind av "Færøsk Litteraturs Histor…
Tøkk – Ella Mørkøre
Erik Biskopstø vitjar Norðlýsið
Útróðurin í dag
Kular Røtur hava 25 ára show á Vágsbø
Unglingar lupu á sjógv
Fráferðartiltak til Oyggja­leikir 2025
Upptakt: Víkingur-KÍ
Heimsstjørna prísar flyglinum í Varpinum
U21 hetjurnar vitjaði Duritu og Fríðin
Fyrrver­andi blaðstjóri vitjaði Norðlýsið