Lýsing
Lýsing
Lýsing

Frálík SPIRIO-konsert í Varpinum í kvøld

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  22.05.2025 - 20:27 Mentan Myndarøð Tíðindi

Navnframi norski Steinway-artisturin, Esben Berg improvoseraði við ongum nótum í Steinway Piano Gallery í Oslo í kvøld.

Vit sóu spælið á stórskíggja, meðan flyglið í Klaksvík leikandi lætt spældi júst tað sama sum Esben í Noregi - hetta umvegis SPIRIO-skipanina, ið endurgevur slagið á tangentin á sama hátt og í teirri løtu, hann verður spældur í Noregi.

Hetta er ein serlig skipna, Steinway hevur ment, sum ger, at solo-konsertir kunnu verða beinleiðis stroymdar til onnur Spirio-flygil kring allan heimin.

Esben greiðir stutt frá, hvat hann fór at spæla og heilsaði Klaksvík og Varpinum vælkomnum á fyrsta sinni at vera við til slíkar konsertir.

Steinway skipar fyri slíkum konsertin eina til tvær ferðir um mánaðin, har tú kanst logga teg á og vera við.

Skipanin kann nýtast til so mangt annað. Eitt nú frálæru umvegis netið, har lærarin t.d. kann sita í Noregi, Týsklandi, Fraklandi ella Japan. Síðani verður spælt uppá skift og tú fært eina vegleiðing ella kunnandi undirvísing í tínum spæli, meðan tú situr í Varpinum í Klaksvík.

Eisini ber til hjá einum klaverleikara í Klaksvík at taka spæl sítt upp, sum flyglið endirspælir sjálvt á tangentarnar – Ímeðan kann klaverleikarin reika runt í høllini og hoyra sítt spæl.

T.d. hevur Jóhannes Andreasen nýtt henda møguleikan nógv fyri at betra um sítt spæl. Hann hevur onkuntíð tikið til, at hetta (flyglið, sum endirspælir hansara spæl) er mín besti lærumeistari.

Flýglið í Varpinum, sum er eitt Steinway 274 D - SPIRIO, spældi júst tað, Esben Berg framførdi í Oslo í teirri løtu, vit sita í Klaksvík og lurtaðu.

Jú, sanniliga hevur hetta nógvar møguleikar og var áhugavert at royna! 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hallur væntar at spæla í Finnlandi
Air France-KLM fer eftir meiriluta­num í…
Team Klaksvík hevur sett nýggjan høvuðsv…
Myndarøð: KÍ vann í Sarpugerði í dag
Daniel Johansen skeyt KÍ enn nærri FM 20…
NATO tinglimir á vitjan í Føroyum
Talgildar viðtalur og nýggj átøk á Suður…
U21 hetjurnar í KÍ blusuna
Kúlubøka á Kaldbaksfirði
Annað bind av "Færøsk Litteraturs Histor…
Tøkk – Ella Mørkøre
Erik Biskopstø vitjar Norðlýsið
Útróðurin í dag
Kular Røtur hava 25 ára show á Vágsbø
Unglingar lupu á sjógv
Fráferðartiltak til Oyggja­leikir 2025
Upptakt: Víkingur-KÍ
Heimsstjørna prísar flyglinum í Varpinum
U21 hetjurnar vitjaði Duritu og Fríðin
Fyrrver­andi blaðstjóri vitjaði Norðlýsið