Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sigrun Gunnarsdóttir listaframsýning á Eiði

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.05.2025 - 10:15 Mentan Tíðindi

Undir heitinum ”Listin er hjartað eg lati úr og gevi tær”, letur Sigrun Gunnarsdóttir upp framsýning í atelieri sínum á Hvítakletsvegi 15 Hvítusunnudag kl. 15.00. Opið verður hendan dagin til kl. 20.00 og opið verður eisini 2. Hvítusunnudag frá kl. 15.00 til kl. 20.00.

 

Stjórin á Listasavni Føroya, Solveig Hanusardóttir Olsen, setur framsýningina og Anna Katrin Øssirdóttir Egilstrøð luttekur við sangi.

Við íblástri úr føroysku náttúruni, fólkalívinum og ferðum Sigrunnar víða, er myndavavið bæði stórt og fjølbroytt.

Framsýningin ber eisini brá av, at Sigrun fyri fáum árum síðan gjørdist omma.

30 verk eru við á framsýningini.

Sigrun Gunnarsdóttir hevur útbúgving frá Det Kongelige Danske Kunstakademi 1973-80 og hevur sett djúp spor í tann føroyska listaheimin. Sigrun hevur verið víða um við sínari list. Umframt í Norðanlondum, so hevur hon sýnt fram í m.a. Grønlandi, Japan, Kina og USA.

Eisini hevur hon havt nógvar prýðisuppgávur av almennum bygningum um hendi . Nevnast kann H-bygningin á Landssjúkrahúsinum, Glasir, Rehabiliteringsheimið URD og Frítíðarheimið í Leirvík.

Í 2023 kom heimildarfilmurin ”HEARTIST” sum gjørdur er um listakvinnuna og er hesin sýndur víða um. Í 2023 var han vístur á filmfestivalinum (DOC-LA) í Los Angeles og varð skýrdur besti internationali heimildafilmur hetta árið.

Norski listfrøðingurin Eva Furseth, sigur m.a.soleiðis um listakvinnuna :

”Eitt tað mest sermerkta føroyska listafólki í okkara tíð er Sigrun Gunnarsdóttir. Myndevnini eru eitt sindur naivistisk í myndamálinum, og litirnir eru dapurt gráligir. Bæði stílurin og tað ógvuliga ørkymlandi huglagið, sum síggjast í verkunum hjá Sigrun, fáa okkum at hugsa um Giorgio de Chirico(1888-1978), italienski undangongumaðurin í surrealismuni og symbolismuni. Og á sama hátt sum í myndunum hjá Chirico, so fata vit uttan hóvasták innihaldið í myndunum hjá Sigrun, men hóma beinanvegin eitt metaforiskt lag, sum talar til tað ótilvitaða. Táið vit hava hugt at hennara myndum, er tær sum brendar inn í sjónina, og vit hava tær við okkum í huganum  langa tíð eftir”

Framsýningin á Hvítakletsvegi er opin til og við. 25 juni 2025

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hallur væntar at spæla í Finnlandi
Air France-KLM fer eftir meiriluta­num í…
Team Klaksvík hevur sett nýggjan høvuðsv…
Myndarøð: KÍ vann í Sarpugerði í dag
Daniel Johansen skeyt KÍ enn nærri FM 20…
NATO tinglimir á vitjan í Føroyum
Talgildar viðtalur og nýggj átøk á Suður…
U21 hetjurnar í KÍ blusuna
Kúlubøka á Kaldbaksfirði
Annað bind av "Færøsk Litteraturs Histor…
Tøkk – Ella Mørkøre
Erik Biskopstø vitjar Norðlýsið
Útróðurin í dag
Kular Røtur hava 25 ára show á Vágsbø
Unglingar lupu á sjógv
Fráferðartiltak til Oyggja­leikir 2025
Upptakt: Víkingur-KÍ
Heimsstjørna prísar flyglinum í Varpinum
U21 hetjurnar vitjaði Duritu og Fríðin
Fyrrver­andi blaðstjóri vitjaði Norðlýsið