Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Ragnar Joensen

Í ár skal tað verða hjá Norðingi

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  30.05.2025 - 00:03 Ítrottur Tíðindi

(Úr Norðlýsinum) Bátsformaðurin hjá Norðingi er ikki í iva. Eftir trý ár við nøkrum stevnusigrum er manningin svong eftir, at nú skal FM koma í hús og fyri at røkka hesum hevur manningin, ið er nærum tann sama sum í fjør, ongantíð havt so góðar fyrireikingar í so góðari tíð sum í ár.

10-mannafarið Norðingur hjá NHR hevur síðstu trý árini luttikið hjá 10-mannaførum, ið ofta verður mett sum hægsta ’’deildin’’ í føroyskum kappróðri. Norðingur hevur staðið seg væl. Hann vann ein róður í 2022, tveir róðar í 2023 og aftur tveir róðrar í 2024. Í 2024 vann hann tveir teir síðstu róðrarnar og tí eru vónirnar til Norðing kanska enn størri enn undanfarnu ár. Eisini tí, at manningin er nærum tann sama, og at fyrireikingarnar hava verið góðar, um ein spyr bátasformannin Kristmund Petersen.

 


Nú skal tað verða FM

- Vit eru væl fyri. Vit hava ongantíð havt alt so klárt so tíðliga áður. Tað vil siga, at báturin hevur verið klárur til brúk og manningin var komin uppá pláss áðrenn ársskiftið, sigur Kristmund Petersen við Norðlýsið.

- Eg vænti og trúgvi fult og fast uppá, at í ár skal tað verða, at vit vinna FM. Nú hava vit verið við í trý ár og vit hava vunnið onkrar stevnur ’’her og der’’, men nú skal tað verða FM. Tað var ikki fyrr enn móti endanum í fjør, at vit fingu alt at rigga. Ætlanin er at halda fram, har vit sleptu í fjør, sigur hann.

 


Tvær broytingar

Ímun til manningina í fjør eru tvær broytingar.

- Tað eru tvær broytingar. Ein rógvari er skiftur og fyri hann er ein, sum róði við 10-mannafarinum Nólsoyar Páll í fjør. Síðani hava vit skift róðurskvinnu, har ein við royndum bæði til at stýra og at rógva er komin við, sigur Kristmund.

 


Hørð kapping

- Eg vænti harða kapping. Klaksvíkingur fór avstað við tí mesta í fjør, og so vænti eg, at Havnarbáturin kanska kann blanda seg uppí kappingina í ár. So eg vænti harðari kapping enn nakrantíð, sigur bátsformaðurin.

 


Skulu verða klárir til norðoyastevnu

Í 2022 vann Norðingur á norðoyastevnu, men í 2023 og 2024 vann Klaksvíkingur.

- Vit hava gjørt nógv fyri at verða klárir frá byrjan í ár. Vit viðurkenna, at vit vóru slettis ikki har, sum vit ynsktu á norðoyastevnu í fjør. Í ár hava vit fingið alt uppá pláss í so góðari tíð, at vit skulu kunna kappast um sigurin á norðoyastevnu, sigur bátsformaðurin Kristmund Petersen at enda við Norðlýsið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hallur væntar at spæla í Finnlandi
Air France-KLM fer eftir meiriluta­num í…
Team Klaksvík hevur sett nýggjan høvuðsv…
Myndarøð: KÍ vann í Sarpugerði í dag
Daniel Johansen skeyt KÍ enn nærri FM 20…
NATO tinglimir á vitjan í Føroyum
Talgildar viðtalur og nýggj átøk á Suður…
U21 hetjurnar í KÍ blusuna
Kúlubøka á Kaldbaksfirði
Annað bind av "Færøsk Litteraturs Histor…
Tøkk – Ella Mørkøre
Erik Biskopstø vitjar Norðlýsið
Útróðurin í dag
Kular Røtur hava 25 ára show á Vágsbø
Unglingar lupu á sjógv
Fráferðartiltak til Oyggja­leikir 2025
Upptakt: Víkingur-KÍ
Heimsstjørna prísar flyglinum í Varpinum
U21 hetjurnar vitjaði Duritu og Fríðin
Fyrrver­andi blaðstjóri vitjaði Norðlýsið