Lýsing
Lýsing
Lýsing

Stór granskingarverkætlan um fiskiskap og veðurlagsbroytingar sett í gongd

SKRIVAÐ: sjokovin.fo  |  02.06.2025 - 15:34 Tíðindi Vinna

Stóra granskingarverkætlanin, MeCCAM, fer nú av bakkastokki undir leiðslu av Sjókovanum. Dagarnar 3.-5. juni hittast granskarar úr níggju londum í Føroyum at seta verkætlanina í gongd

 

Talan er um eina ES-fíggjaða verkætlan, sum hevur til endamáls at menna loysnir, sum kunnu minka útlátið av vakstrarhúsgassum og laga fiskiskapin í Evropa til veðurlagsbroytingar.

Verkætlanin hevur fingið játtað 33,5 mió. krónur úr ES. Partnararnir eru 16 í tali, og úr Føroyum luttaka Varðin, Havstovan og Sjókovin, sum hevur leiðsluna av verkætlanini.

 

40 granskarar og serfrøðingar

Í døgunum 3.-5.juni verður kick-off fundur í Føroyum, har 40 granskarar og serfrøðingar úr níggju londum í Evropa luttaka. Hetta eru fólk frá nøkrum av fremstu granskingarstovnum og fyritøkum innan fiskivinnuna, sum saman skulu finna loysnir at minka avleiðingarnar av veðurlagsbroytingum í fiskivinnuni.  

Eitt av granskingarøkjunum í verkætlanini er uppsjóvarfiskiskapur í Norðuratlantshavi. Fleiri fiskivinnufyritøkur skulu royna nýggja tøkni og átøk fyri at minka umhvørvisávirkanina í fiskivinnuni, teirra millum Varðin og íslendska fyritøkan, Brim.

 

Kanna fleiri øki

Verkætlanin skal eisini greina sambandið millum oljunýtslu, fiskileið, árstíð og góðsku í samstarvi við uppsjóvarvirkir. Harafturat leggur verkætlanin dent á at betra dátuinnsavnan og -greining fyri at betra umsitingina av fiskiskapi og frágreiðingar um burðardygd.  

Á fundinum, sum verður á Hotel Hafnia, fara luttakararnir at leggja fram ætlanir fyri, hvussu virksemið í verkætlanini skal leggjast til rættis. Landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálunum, Jóhan Christiansen, setir fundin, og eisini verður heilsan borin fram frá umboðum úr stovnum undir evropeisku kommissiónini.  Mikudagin seinnapart verður eisini vitjað umborð á Gøtunesi, har ið skiparin og manning fer at vísa runt og greiða frá fiskiskapinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hallur væntar at spæla í Finnlandi
Air France-KLM fer eftir meiriluta­num í…
Team Klaksvík hevur sett nýggjan høvuðsv…
Myndarøð: KÍ vann í Sarpugerði í dag
Daniel Johansen skeyt KÍ enn nærri FM 20…
NATO tinglimir á vitjan í Føroyum
Talgildar viðtalur og nýggj átøk á Suður…
U21 hetjurnar í KÍ blusuna
Kúlubøka á Kaldbaksfirði
Annað bind av "Færøsk Litteraturs Histor…
Tøkk – Ella Mørkøre
Erik Biskopstø vitjar Norðlýsið
Útróðurin í dag
Kular Røtur hava 25 ára show á Vágsbø
Unglingar lupu á sjógv
Fráferðartiltak til Oyggja­leikir 2025
Upptakt: Víkingur-KÍ
Heimsstjørna prísar flyglinum í Varpinum
U21 hetjurnar vitjaði Duritu og Fríðin
Fyrrver­andi blaðstjóri vitjaði Norðlýsið