Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýggjur KÍ sangur - Blá sum havið

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  02.06.2025 - 17:38 Ítrottur Tíðindi

Meðan vit bíðaðu eftir topp brakinum millum KÍ og NSÍ á Norðoyastevnu vóru vit í Studio Mike við einum nýggjum KÍ sangi.

 

 

 

Tað var super at fáa Árna, Páll og Jákup at syngja kór. Í roynd og veru duga teir væl at syngja og rula teir eisini á vøllinum, saman við hinum leikarunum.

So segði Paula heldigvís eisini beinanvegin ja til at syngja, soleiðis at tann vokali parturin av sanginum kom beint í kassan.

Meðan alt hetta hendi sat Mikkjal handan knøttarnar og fekk øll hugskotini at fungera so sera væl. Og so kann hann, sum Føroya besti rokk gittaristur, altið fýra nakrar world class el gittarar av.

Og mitt í rokanum gekk Eybii og tók bæði video og still myndir til ta super video, sum spurdist burturúr.

Tá nakrar góðar fyritøkur - Christian í Grótinum, Kósin, KSS, Klaksvíkar kommuna, TTS og El-in - eisini valdu at stuðla prosjektinum var leyst og liðugt.

Við hesum sanginum vilja vit vísa okkara kvinnum og monnum í KÍ allan stuðul og ikki minni Bláu bylgju, sum altið gongur á odda úti á teimum so sera týdningarmilku áskoðaraplássunum.

  • Orð og lag: Rani Nolsøe
  • Sangur: Rani Nolsøe og Paula á Lakjuni
  • Kór: Árni Frederiksberg, Páll Andrasson Klettskarð, Jákup Biskopstø Andreasen, Paula á Lakjuni og Rani Nolsøe.
  • Akk gittar: Rani Nolsøe
  • Øll onnur ljóðføri: Mikkjal Hvannastein, Tikið upp í Studio Mike
  • Video: Eybii
Lýsing
Seinastu tíðindini
Hallur væntar at spæla í Finnlandi
Air France-KLM fer eftir meiriluta­num í…
Team Klaksvík hevur sett nýggjan høvuðsv…
Myndarøð: KÍ vann í Sarpugerði í dag
Daniel Johansen skeyt KÍ enn nærri FM 20…
NATO tinglimir á vitjan í Føroyum
Talgildar viðtalur og nýggj átøk á Suður…
U21 hetjurnar í KÍ blusuna
Kúlubøka á Kaldbaksfirði
Annað bind av "Færøsk Litteraturs Histor…
Tøkk – Ella Mørkøre
Erik Biskopstø vitjar Norðlýsið
Útróðurin í dag
Kular Røtur hava 25 ára show á Vágsbø
Unglingar lupu á sjógv
Fráferðartiltak til Oyggja­leikir 2025
Upptakt: Víkingur-KÍ
Heimsstjørna prísar flyglinum í Varpinum
U21 hetjurnar vitjaði Duritu og Fríðin
Fyrrver­andi blaðstjóri vitjaði Norðlýsið