Lýsing
Lýsing
Lýsing

Arbeiðið upp á nýggju rampuna á Syðradali ávirkar flutning av akførum

SKRIVAÐ: Strandfaraskip Landsins  |  03.06.2025 - 18:58 Tíðindaskriv

Læsingin av rampuni á Syðradali í Kalsoynni er útsett til týsdagin 10. juni. Læsingin, ið verður gjørd í samband við, at nýggj og størri rampa skal setast í, kemur at vara umleið átta vikur.

 

 

Flutningur av ferðafólki til gongu verður rímiliga ótarnaður hetta tíðarskeiðið, ímeðan flutningur av akførum verður meiri avbjóðaður orsakað av flóð og fjøru.

Avgerð er tí tikin um at strika akfars-bíleggingar, ið eru galdandi frá 10. juni og átta vikur fram. Tey, ið hava bílagt sær pláss til akfar, fáa boð um hetta og fáa keypspeningin aftur.

Flutningurin av akførum verður hetta tíðarskeiðið ístaðin skipaður uttan bílegging. Møguligar broytingar á farleiðini síggjast á heimasíðuni og sms-skipanini.

“Strandferðslan skipar fyri nøktandi bussflutningi í Kalsoynni, ímeðan arbeitt verður við nýggju rampuni”, sigur Niels Juel Arge, stjóri á Strandferðsluni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hallur væntar at spæla í Finnlandi
Air France-KLM fer eftir meiriluta­num í…
Team Klaksvík hevur sett nýggjan høvuðsv…
Myndarøð: KÍ vann í Sarpugerði í dag
Daniel Johansen skeyt KÍ enn nærri FM 20…
NATO tinglimir á vitjan í Føroyum
Talgildar viðtalur og nýggj átøk á Suður…
U21 hetjurnar í KÍ blusuna
Kúlubøka á Kaldbaksfirði
Annað bind av "Færøsk Litteraturs Histor…
Tøkk – Ella Mørkøre
Erik Biskopstø vitjar Norðlýsið
Útróðurin í dag
Kular Røtur hava 25 ára show á Vágsbø
Unglingar lupu á sjógv
Fráferðartiltak til Oyggja­leikir 2025
Upptakt: Víkingur-KÍ
Heimsstjørna prísar flyglinum í Varpinum
U21 hetjurnar vitjaði Duritu og Fríðin
Fyrrver­andi blaðstjóri vitjaði Norðlýsið