Lýsing
Lýsing
Lýsing

Talvudagur fyri Bíbliufelagið Hvítusunnudag

SKRIVAÐ: Føroyska Bíbliufelagið  |  05.06.2025 - 11:27 Tíðindi

Talvan gongur fyri Føroyska Bíbliufelagið Hvítusunnudag 8. juni 2025.

 

Bíbliufelagið vónar, at kirkjur, samkomur og onnur vilja stuðla Bíbliufelagnum at fáa Guds orð út til alt Føroya fólk.

Endamálið hjá Føroyska Bíbliufelagnum er:
1. at geva út Bíbliuna og partar av henni á føroyskum máli og at fáa Bíbliuna út,
2. at skipa fyri at týða Bíbliuna ella partar av henni, at endurskoða verandi bíbliuútgávur, at geva út bíbilsku skriftirnar í
    øðrum útgávum enn teimum løggildu og annað viðkomandi tilfar,
3. at fremja bíbliunýtslu, bíbliulesnað og bíbliukunnleika,
4. at hava innsavningar og forlagsvirksemi,
5. at umsita sambandið við útlendsk bíbliufeløg,
6. at stuðla altjóða bíbliuarbeiði.

Arbeiðið hjá Bíbliufelagnum er fíggjað við gávum og stuðli. Talvudagurin er tí ein góður fíggjarligur stuðul til virksemið hjá Bíbliufelagnum.

Endamálið hjá Bíbliufelagnum er at týða og útgeva Bíbliuna og bíbilskt tilfar til allar føroyingar, so vit øll hava møguleika at lesa Bíbliuna á móðurmálinum. Tí hevur nýggja bíbliuumsetingin hægstu raðfesting, men andaligur og fíggjarligur stuðul krevst, um tað skal eydnast at fáa útgávuna lidna.

 

Nýggj Bíbliutýðing á veg

Arbeiðið við nýggju týðingini hevur gingið longri enn ætlað, tí tað er nógv størri arbeiði enn væntað, men arbeiðið gongur væl og arbeitt verður miðvíst við verkætlanini. Í ár er ætlanin at geva út Nýggja Testamenti eftir týðing Hans Jacob Joensen. Hetta so at øll kunnu fáa høvi at lesa og gera viðmerkingar til nýggju bíbliutýðingina.

Endurskoðanin av Nýggja Sáttmálanum – Nýggja Testamenti á gerandisføroyskum – krevur sítt, og er komin væl ávegis. Harafturat hava vit ment nýggja Bíbliuapp - Bíbliuappin kallað – við enn fleiri hentleikum, fleiri bíbliuútgávum og til allar fartelefonir. Bíbliufelagið hevur eisini fingið nýggja heimasíðu.

Bíbliufelagið stuðlar eisini bíbliuarbeiði hjá øðrum tjóðum. Felagið stuðlar Altjóða Bíbliufelagnum, Ukrainska Bíbliufelagnum og sjónvarpsrásini Sat 7, ið m.a. ger undirvísingar- og kristiligt tilfar til Miðeystur og Norðurafrika.

Bíbliufelagið hevur konto í øllum peningastovnunum:
Føroya Banki: 6460-382.873.7
Eik Banki: 9181-380.777.2
Norðoya Sparikassi: 9865-992.646.6
Suðuroyar Sparikassi: 9870-992.061.8

Við tøkk og bøn um góðan stuðul.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hallur væntar at spæla í Finnlandi
Air France-KLM fer eftir meiriluta­num í…
Team Klaksvík hevur sett nýggjan høvuðsv…
Myndarøð: KÍ vann í Sarpugerði í dag
Daniel Johansen skeyt KÍ enn nærri FM 20…
NATO tinglimir á vitjan í Føroyum
Talgildar viðtalur og nýggj átøk á Suður…
U21 hetjurnar í KÍ blusuna
Kúlubøka á Kaldbaksfirði
Annað bind av "Færøsk Litteraturs Histor…
Tøkk – Ella Mørkøre
Erik Biskopstø vitjar Norðlýsið
Útróðurin í dag
Kular Røtur hava 25 ára show á Vágsbø
Unglingar lupu á sjógv
Fráferðartiltak til Oyggja­leikir 2025
Upptakt: Víkingur-KÍ
Heimsstjørna prísar flyglinum í Varpinum
U21 hetjurnar vitjaði Duritu og Fríðin
Fyrrver­andi blaðstjóri vitjaði Norðlýsið