Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

U21-landsliðið byrjar í Klaksvík leygarkvøldið

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  06.06.2025 - 10:09 Ítrottur Tíðindi

Stór útskifting hevur verið á U21-landsliðnum, har teir flestu blivu ov gamlir, sum spældu síðstu undankapping.

Harafturat er nýggjur venjari, sum er Ólavur Mikkelsen, sum hevur royndir sum m.a. hjálparvenjari hjá Víkingi og frammanundan tí venjari hjá næstbesta liðnum hjá Víkingi.

Hóast útskiftingin hevur verið stór, so eru nakrir leikarar við, sum av álvara hava gjørt um seg hetta kappingarárið. Stóra stjørnan er Áki Samuelsen úr Ranheim, sum hevur verið millum bestu leikararnar í Obos-deildini sambært hagtølum. Hann hevði helst verið í A-landsliðshópinum, um hann ikki hevði U21-aldur. Ein annar er Heini Sørensen úr HB, sum hevur verið millum teir mest eyðsýndu á HB-liðnum í ár. Og so eru nógvir klaksvíkingar, tó at teir flestu spæla við øðrum feløgum. KÍ hevur ein leikara við og tað er Dávid B. Andreasen, sum hevur fingið gjøgnumbrot í ár og sum helst fær ein leiklut, hóast hann ikki hevur spælt U21-landsdyst áður.

Fyrsti dystur er á heimavølli móti Estlandi og hetta er helst ein av dystunum í annars sterka bólkinum, har størst møguleiki er at fáa stig. 

Dysturin í Klaksvík byrjar kl. 18.00.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hallur væntar at spæla í Finnlandi
Air France-KLM fer eftir meiriluta­num í…
Team Klaksvík hevur sett nýggjan høvuðsv…
Myndarøð: KÍ vann í Sarpugerði í dag
Daniel Johansen skeyt KÍ enn nærri FM 20…
NATO tinglimir á vitjan í Føroyum
Talgildar viðtalur og nýggj átøk á Suður…
U21 hetjurnar í KÍ blusuna
Kúlubøka á Kaldbaksfirði
Annað bind av "Færøsk Litteraturs Histor…
Tøkk – Ella Mørkøre
Erik Biskopstø vitjar Norðlýsið
Útróðurin í dag
Kular Røtur hava 25 ára show á Vágsbø
Unglingar lupu á sjógv
Fráferðartiltak til Oyggja­leikir 2025
Upptakt: Víkingur-KÍ
Heimsstjørna prísar flyglinum í Varpinum
U21 hetjurnar vitjaði Duritu og Fríðin
Fyrrver­andi blaðstjóri vitjaði Norðlýsið