Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroyar taptu 3-0 fyri Norðurmakedónia – iðra seg um spiltan møguleika

SKRIVAÐ: Flogbóltssamband Føroya  |  07.06.2025 - 11:00 Ítrottur Tíðindi

Samanumtikið tapti føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti greitt 3-0 fyri Norðurmakedónia í dystinum í Silvurliguni, sum varð spældur á Sandi í gjár, men Føroyar iðra seg tó um spiltan møguleika at vinna annað sett.

 

Silvurligan, kvinnur:
Norðurmakedónia – Føroyar 3-0 (25-11, 25-21, 25-16)


Samanumtikið tapti føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti greitt 3-0 fyri Norðurmakedónia í dystinum í Silvurliguni, sum varð spældur á Sandi í kvøld, men Føroyar iðra seg tó um spiltan møguleika at vinna annað sett.


Føroyar komu illa frá byrjan í fyrsta setti, har tað haltaði við móttøkunum, og skjótt var Norðurmakedónia á odda 4-0 og síðan 12-3, og við øðrum seks stigum á rað gjørdist støðan 21-7, áðrenn settið varð vunnið 25-11.


So stórur átti munurin kortini ikki at vera, tí so gott var Norðurmakedónia heldur ikki. Tað fingu vit eisini at síggja í øðrum setti, tá Føroyar spældu fult upp ímóti gestunum. Eftir Norðurmakedónia hevði lagt seg á odda 10-5, fóru Føroyar framum 12-10 eftir fínar servur frá Anju Danielsen. Eftir at Føroyar høvdu lagt seg á odda 17-13, sá veruliga gott út, men við fýra stigum á rað fór Norðurmakedónia framum 19-18. Føroyar fóru tó framum aftur 21-20, men tað var síðstu ferð, Føroyar vóru á odda, tí Norðurmakedónia vann rest og settið 25-21.


Triðja sett var eisini javnt leingi, men endaði tó við vónbroti, tá Føroyar mistu takið miðskeiðis í settinum, eftir at hava verið á odda 10-9. Norðurmakedónia vann 11 av teimum næstu 13 bóltunum, og so gjørdist støðan 20-12, áðrenn Norðurmakedónia vann 25-16, sum var óneyðuga nógv.


Toppskorari í dystinum var Anja S. Danielsen við 12 stigum, og Jakobina Joensen var hon við flest móttøkum.


Sunnudagin kl. 17 spæla Føroyar ímóti Eysturríki, og leygardagin spæla Noðurmakedónia og Eysturríki.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ásmund Olsen á hósdagskafé­ini í Betesda
Café Gloria við besta Torramati í Skálan…
Lyklaleikari hjá KÍ missir alla fyrru há…
Hósdagin 19. februar verður stór ferðavi…
KÍ spælir síðsta venjingardystin
Torradagar á Skúlatrøð
Er kuril á tráðnum í samgonguni?
Bjargingarbrøgd í KFUM & K
2025 var heitasta árið á Landgrunni­num í…
Torratingið avlýst!
Magnus Rasmussen stillar ikki uppaftur
Beinir spyr um Kalsoyar­leiðina
Januar 2026 - hvussu royndist veðrið?
Torramatur í Skálanum kl. 11.30 - 17.00…
Petur á Roykheyggi í Betesda í kvøld
Oyggja­fundur um undirsjóvar­tunnil
Framvegis stórt trýst á bústaðarmarknaði…
Torraskráin Mikudagin
Bílig fígging ger dýrar verkætla­nir lokk…
Brøgd á sjónum
Lýsing