Lýsing
Lýsing
Lýsing

Seiður merktur við Syðradal á Kalsoynni

SKRIVAÐ: Havstovan  |  07.06.2025 - 14:00 Tíðindi

Í vár vóru gott 1000 seiðir merktir norðan fyri Syðradal. Talan var um tvey og trý ára gamlan seið (27-40 cm), sum hevur uppvakstrarøki inni við land og sum komandi árini fer at leita sær út á Landgrunnin, har hann gerst partur av vaksna upsastovninum

 

Vit vænta ikki, at nógvir merktir seiðir verða fiskaðir fyrstu tvey árini – men sum frá líður, og upsin ferðast longri út, verða teir helst fingnir í upsafiskiskapinum.

Havstovan hevur í mong ár merkt tosk á árligum túrum við rannsóknarskipi. Seinast Havstovan merkti seið burturav var í 1991, tá nakað av seiði varð merkt í Sundalagnum. Hesin upsin varð afturfingin víða um á Landgrunninum og øðrum sjóøkjum við, tey næstu átta árini.

Í vár var so avgjørt at merkja seið aftur. Hetta var gjørt í samstarvi við brøðurnar Kristin og Marius Vilhelmsen, sum kenna væl til góð seiðamið nær Syðradali á Kalsoynni. Fiskurin varð fiskaður við runddorg, koyrdur í kør við sjógvi, áðrenn hann bleiv longdarmátaður og merktur. Væl riggaði, og á fimm túrum blivu gott 1000 seiðir merktir.

 

 

Henda merking er fyrst og fremst ætlað sum fyrireiking til, hvussu seiða-/upsamerkingar við Føroyar kunnu leggjast til rættis komandi árini. Ætlanin er at merkja seið í samstarvi við onnur lond, soleiðis at vit kunnu meta um ferðingarmynstrið hjá fiskinum millum londini. Tað er áður víst, at upsi ferðast longri jo størri hann er. 

Øll afturfingin fiskamerkir, sum verða latin Havstovuni, eru við í árliga lutakastinum um 12.500 kr. So fært tú ein merktan seið ella upsa komandi árini, so er at lata Havstovuni hann – so lærir Havstovan sum mest av merkiroyndini, og tú hevur møguleika at vinna í lutakasti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kokkalærl­ingar gjørdu mat til Atlantic F…
Eyðdis Hartmann Niclasen á ársfundi hjá…
Vísitalið fyri svartkjaft hækkar 32%
Takk fyri tín stuðul til Bíbliu­felagið.
Kokkalærl­ingar gjørdu mat til Atlantic F…
Kokkalærl­ingar gjørdu mat til Atlantic F…
“Heima sum longst” – krevur innihald, ik…
Frá Open Door til Knock on Doors
Ari Samson nýggjur formaður í Mjølnir
Gongutúrur niðan á Klakk vísti nógv slit
- Hallur og Shaki tøkir eftir landsliðss…
- Hermótið er kreativt og loftar teimum,…
Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur…
Træ - Alpuroy­nir (Sorbus mougeotii)
Eyðun Nolsøe Band á Tórsfest 2026!
Danny & The Veetos á Country Festivalinu…
Løgmaður setti Atlantic Fair 2026
Mjølnir hevur aðalfund í kvøld
Leiðaratrivnaður á breddan
Atlantic Fair styrkir tí støðuna hjá før…