Lýsing
Lýsing
Lýsing

Aftur bláur roykur - Gilli til KÍ

SKRIVAÐ: ki.fo  |  09.06.2025 - 13:05 Ítrottur Tíðindi

Gilli Rólantsson Sørensen skiftir frá TB til KÍ, har hann hevur undirskrivað sáttmála fyri restina av hesum kappingarárinum. KÍ hevur havt frágongd av tveimum miðverjum síðani kappingarbyrjan, og tí er tøvur á at styrkja um kappingina á hesum økinum, vísur Magnus Powell, høvuðsvenjari, á.

 

Venjarin vísur á, at tað er upp til leikaran sjálvan at prógva seg í tíðarskeiðinum, og um báðir partar fáa fruktagott samstarv, so kann sáttmálin leingjast.

Gilli hevur spælt 65 landstystir fyri Føroyar, fleiri enn 150 dystir í bestu norsku deildini, umframt at hann hevur leikt fyri bæði AaB og Vejle í bestu donsku deildini.

 

“Eg ætli mær at búgva í Klaksvík”

Hann gleðir seg at byrja venjingarnar saman við KÍ leikarunum, sum hann lýsir sum “ekstremt góðar” og sær fram til eina ítróttarmentan, sum best kann lýsast við “no excuse”. 

- Eitt slíkt venjingarumhvørvið dregur meg, tí mær dámar at venja á høgum støði, og geva meg fult út til hvørja einastu venjing.

- Eg ætli eisini at flyta til Klaksvíkar, tí eg ynski at fáa hetta inn undir húðina, venja mest møguligt, og geva alt tað sum eg eigi í strembanini eftir spælitíð, sigur Gilli.

Tá ið prátið kemur inn á hvussu hann hevur upplivað at spælt móti KÍ, so er hann eisini sera avgjørdur.

- KÍ hevur eitt sera robust lið, og tað er sum at møta yvirmaktini, tá ið ein spælir móti KÍ. Tað skuldi faktiskt eitt undur til, um ein skuldi vinna, tí KÍ hevur eitt lið fult av robotum, sigur Gilli Rólantson Sørensen við einum smíli.

- Hetta er eitt perfekt match fyri meg, tí hesin vinnaraviljin, umstøðurnar og ikki minst arbeiðsviljin passar væl til mín, og tí gleði eg meg bara at koma í gongd.

 

Leikari við nógvum altjóða royndum

- Vit hava mist tveir leikarar í miðverjuni síðani kappingarbyrjan, og tí er tørvur á at styrkja um kappingina á hesum økinum. Harafturat kann Gilli eisini spæla á øðrum plássum, og gevur hetta okkum góðar møguleikar. Vit hava eitt langt kappingarár, við nógvum dystum, og tí mugu vit hava fleiri dugnaligar leikarar á øllum plássum.

- Í løtuni hava vit faktiskt 5 leikarar, ið hava fleiri gul kort, og tí fara vit eisini at síggja skiftingar á liðnum, og tá er avgerandi neyðugt, at vit hava ein breiðan hóp við dugnaligum leikarum, sigur Magnus Powell.

- Gilli er ein leikari við nógvum royndum bæði úr bestu donsku og norsku deildini, umframt at hann eisini hevur leikt 65 dystir á landsliðnum. Hetta vísur bara, at hann her ein klassa leikari, ið hevur rætta mentalitetin, sigur høvuðsvenjarin hjá KÍ.

Vit seta enn einaferð høvuðsvenjaranum spurningin, um hetta er seinasti leikari, ið sáttmáli verður undirskrivaður við í summar.

- Eg rokni við at fáa fleiri leikaratilgongdir, staðfestur Magnus Powell.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hallur væntar at spæla í Finnlandi
Air France-KLM fer eftir meiriluta­num í…
Team Klaksvík hevur sett nýggjan høvuðsv…
Myndarøð: KÍ vann í Sarpugerði í dag
Daniel Johansen skeyt KÍ enn nærri FM 20…
NATO tinglimir á vitjan í Føroyum
Talgildar viðtalur og nýggj átøk á Suður…
U21 hetjurnar í KÍ blusuna
Kúlubøka á Kaldbaksfirði
Annað bind av "Færøsk Litteraturs Histor…
Tøkk – Ella Mørkøre
Erik Biskopstø vitjar Norðlýsið
Útróðurin í dag
Kular Røtur hava 25 ára show á Vágsbø
Unglingar lupu á sjógv
Fráferðartiltak til Oyggja­leikir 2025
Upptakt: Víkingur-KÍ
Heimsstjørna prísar flyglinum í Varpinum
U21 hetjurnar vitjaði Duritu og Fríðin
Fyrrver­andi blaðstjóri vitjaði Norðlýsið