Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kvinnurnar bastu NSÍ

SKRIVAÐ: Ki.fo  |  10.06.2025 - 08:30 Ítrottur Tíðindi

Ein sera spennandi toppdystur í Runavík, har KÍ kvinnurnar vístu vinnaravilja og nærlagni, og harvið tryggjaðu sær ein uppibornan 1-2 sigur.

Eftir 11 umfør, er nú púra javnt í toppinum í bestu kvinnudeildini í Føroyum. Tað er bert málmunurin í skilur NSÍ frá KÍ.

Útlitini hjá KÍ, áðrenn kappingin verður deild sundur, eru sera góð og við betraðum spæli fyri hvønn dyst, eru vónirnar høgar.

Venjarin, Allan Drost, fegnast um endiliga at vinna á NSÍ, og so enntá á útivølli.

- Sjálvur haldi eg, at vit spældu faktiskt betri seinast vit møttu NSÍ, men munurin í dag var, at vit vóru skarpari frammanfyri málið. Harafturat arbeiddi vit eisini sera hart, tá ið vit vóru løgd undir trýst av NSÍ, og loystu uppgávuna sera væl.

Høvuðsvenjarin vísur eisini á, at tað enn eru partar av spælinum, sum KÍ skal betra komandi dystirnar.

- Vit skapa nógvar málmøguleikar í hvørjum dysti, men enn hava vit ikki klára í nóg stóran mun at gagnnýtt teir. Tað skulu vit gerast betri til, tí klára vit tað, so hava vit sera góðar møguleikar.

- Hóast kappingin verður deild sundur skjótt, so hevur tað stóran týdning mentalt fyri leikarar og hópin í síni heild, at ein toppdystur verður vunnin, og at vit koma upp í toppin á deildini.

Spurdur um nakar spælari avrikaði serliga væl í dag, so vísur venjarin á, at avrikið fyrst og fremst var eitt sera gott liðavrik.

- Man vinnur ikki ein dyst sum hendan, uttan eitt sera gott liðavrik, og tað vístu kvinnurnar eisini í dag.

- Men eg má siga, at Jórun Patawary spældi eisini ein ótrúliga góðan dyst, har hon loysti torføru uppgávuna framúr væl. Hon spælir til grensuna, tá ið hon skal tað, og tað vísur dugnasemi, vísur Allan Drost á.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Er Miðflokku­rin eitt problem barn?
Íshúsið opið í vikuskiftinum
KÍ veitslan byrjar kl. 19.00
Spurningu­rin frá Bárði á Steig Nielsen t…
Ikki undirtøka í samgonguni fyri styttri…
Løgmaður: – Almenn starvs­fólk og brúkara…
Reisigildi Eystan Garð
Ongin sparing í at uppsiga aðalstjórar
Soleiðis blivu frákoyrdu lands­stýrismenn…
Løgmaður um veljara­kanningina
Løgmaður: - Akademikara­felagið skal ikki…
Julian Gregersen settur sum venjari hjá…
Rampan á Syðradali: Nýggjur gelendari se…
Forsølan til Summar Festivalin er byrjað
Veðrið um vikuskiftið
Norðoya Listafelag 40 ár
JFK-Open Grand Prix 2: Úrslit og myndir
Stuðuls­tiltøk í Føroyum varpa ljós á kri…
 Livar sigur frá í Christians­kirkjuni
Milson til minnis