Lýsing
Lýsing
Lýsing

Emma Ljungdahl nýggjur leikari í KÍ

SKRIVAÐ: ki.fo  |  12.06.2025 - 15:38 Ítrottur Tíðindi

Hon hevur spælt við Østersund IF, ið næstbestu deildini í Svøríki, men hevur verið uttanfyri við einum skaða seinastu tíðina.

KÍ kvinnurnar hava styrkt seg við einum nýggjum leikara afturat. Tað er dáman hjá Lucas Lund, fysioterapeut hjá besta mansliðnum.

Emma hevur drúgvar royndir í næstbestu deildini í Svøríki, har hon hevur leikt sum miðverji og á báðum bakkplássunum.

- Tað er avgjørt ein góður leikari, ið vit hava fingið inn á liðið. Hon er júst byrja at venja aftur, eftir drúgvan skaða, og tí skal hon sjálvandi hava tíð at koma heilt fyri seg aftur. Tað er enn ikki greitt, hvussu vit koma at brúka hana, og hvussu skjótt tað verður, men tað er einki at ivast í, at hon hevur sterkan mentalitet, rutinu og góðar leiðslueginleikar, sigur høvuðsvenjarin Allan Drost.

- Hetta var ein møguleiki, ið stakk seg upp, av tí at fysioterapeuturin á besta mansliðnum og Emma eru par, og hon hevur valt at flyta til Klaksvík. Tað halda vit er spennandi og við hennara eginleikum, kann hon avgjørt styrkja um liðið.

 

Ikki fleiri leikaratilgongdir í summar

Allan Drost vísur á, at tey allatíð hyggja eftir hvussu tey kunnu styrkja KÍ liðið best møguligt. Men í løtuni hevur KÍ ein sera sterkan hóp, sum hann er sera væl nøgdur við og tí er ætlanin ikki, at fáa fleiri leikarar inn í summar.

- Hetta er tann hópurin, sum vit fara víðari við inn í endaspælið, og eg havi fult álit á dugnaligu leikarunum, sum vit hava, sigur Allan Drost at enda.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kaj Leo vil hava treff fyri koyristólsbr…
Minningarorð um pápa okkara Jógvan F. Tr…
Ein finala í frælsum ítrótti longu sunnu…
70 føroysk ítróttar­fólk á Orkney
Myndarøð: Við KRF, NHR og ÁRF á fjarðast…
Klaksvík­ingur vann við góðum miðróðri
Evropa tapir – og vit mugu vakna: Ein áv…
Sjóvinnu- og Mentunar­húsið í Sørvági hev…
Óvæntað samanseting bleiv til rómapopp
Árligi útláns­vøkstur til vinnuna 2,6% í…
Dugir tú at vaska vembur
Linda: Eg havi 70 børn í ár
Nýggjur palllista­skúli í Klaksvík
OYL25: Vit hugsa bert um svimjing
Samrøða við Torkil Mørkøre
SSL stjórin: Royndarsiglingin gekk sera…
Magnus og Olgar áttu Víking (seinni Eldo…
Russiska fyritøkan stendur spyrjandi
Nøglin í dag kl. 15
Bankar: Fíggjarstøðan hjá vinnukundum ba…