Lýsing
Lýsing
Lýsing

Norðsøki á veg á Íslandsmiðini

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver Joensen  |  14.06.2025 - 23:20 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Í kvøld klokkan átta, loysti Norðsøki av keiini í Klaksvík, kósin varð sett á Íslandsmiðini. Vit fingu eina mynd av Norðsøka á veg norður ígjøgnum Kalsoyarfjørð. Heri Vang, skipari sigur, at teir eru fimm mans við skipinum, teir eru umframt skiparan, Hallur Joensen, Símun Pauli Fuglø Sivertsen, Jákop Andrias Ritter og so sjálvur 71 ára gamli reiðarin, kokkurin og stýrimaðurin, Eyðólvur Vang, sum er pápi skiparans. Víðari sigur Heri, at teir rokna við at brúka ímillum 28 og 32 tímar um túrin vestur um hav um alt gongst sum ætlað. Snellan er fiskiamboðið og fiskaslagið verður helst meginparturin upsi og kanska nakað av toski. Upp á fyrispurning um, hvussu leingi ein slíkur fiskitúrur vanliga er, sigur Heri, at gongur heilt væl, so fiska vit í 8 dagar, longsti túrurin vit hava gjørt er einar 14 dagar, so vit fáa at síggja, fiskileiðin er við Suður Eysturlandið.

Vit ynskja Norðsøka ein góðan túr.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kunning frá trúboðarum – í Betesda sunnu…
Havnarbátu­rin javnaði til 2-2
Oyggja­leikir: Løgmaður ynskti íðkarum gó…
Svein Rógvi tippar barna­róðurin
Nøglin: Svein Rógvi tippar Varmakelduróð…
KÍ, Víkingur og NSÍ spæla altjóða heimad…
Kort yvir Laksatorgið
Føroyskt teknmálið verið góðkent í átta…
Stuðuls­fólk til 19 ára gamlan drong
EKKÓ í Varpinum
Blákollan letur stuðul til Team Rynkeby
Tøkk - Sam Adolf Bjartalíð
Klaksvíkar kommuna hevur fingið nýggjan…
Nýggi graslíkisvøllu­rin verður tikin í n…
HARALDSEN diskar á Summar Festivalinum
Skamnesty International
Fyrsti kúlulaksu­rin longu fingin
Hallur væntar at spæla í Finnlandi
Air France-KLM fer eftir meiriluta­num í…
Team Klaksvík hevur sett nýggjan høvuðsv…