Lýsing
Lýsing
Lýsing

Byggja undirsjóvartunnil í Kalsoynna?

SKRIVAÐ: Bjørn Kalsø  |  02.07.2025 - 08:37 Lesarabrøv Tíðindi

Undirsjóvartunnil í Kalsoynna kann byggjast og fíggjast á somu grundsúlum, sum aðrir undirsjóvartunlar

 

 

Undirsjóvartunnil úr Borðoynni í Kalsoynna verður 3,75 km, og kostar 450 mió. kr. at byggja. Árligi rakstrarkostnaðurin verður 3,75 mió. kr.

Til samanberingar kostar nýggj kalsoyarferja 170 - 200 mió. kr. at byggja. Árligi rakstrarkostnaðurin verður uml. 15 mió. kr. Harumframt koma avleiddar íløgur í ferjulegur á Syðradali og í Klaksvík fyri 10 tals mió.

Um 30 ár sær roknistykkið soleiðis út:

  • Undirsjóvartunnil: 450 + (3,75x30) = 450 + 112,5 = 562,6 mió. kr.
  • Ferja á 170 mió: 170 + (15,00x30) = 170 + 450,0 = 620,0 mió. kr.
  • Ferja á 200 mió: 200 + (15,00x30) = 200 + 450,0 = 650,0 mió. kr.

Tølini tala fyri undirsjóvartunli !

 

Kalsoyartunnil á somu grundsúlum

Vágatunnilin og Norðoyatunnilin eru fíggjaðir við innskoti frá landinum, láni og bummgjaldi. Sandoyartunnilin og Eysturoyartunnilin eru fíggjaðir við innskoti frá landinum, borgan fyri ferðslu, bummgjaldi og 10 mió. kr í árligum rakstrarstuðli.

Setur landið 280 mió kr. í Kalsoyartunnilin, fíggjar restina, - 170 mió kr. við láni og letur 8 mió. kr. í árligum rakstrarstuðli, fer roknistykkið at líkjast:

 

Dømi um fíggingarleist

Grundarlagi undir døminum: Íløgukostnaður á 450 mió. kr., innskot frá landinum á 280 mió. kr., lán á 170 mió. kr. við 2,7 % í rentu og afturgjaldstíð á 30 ár.

Árligt gjald av láni á 170 mió. kr., 2,7 % rentu í 30 ár:                                            8,35 mió. kr.

Árligar rakstrarútreiðslur:                                                                                               3,75 mió. kr.

Útreiðslur tilsamans:                                                                                                        12,10 mió. kr.

Árligur rakstrarstuðul frá landinum:                                                                            8,00 mió. kr.
Eftir at fíggja við brúkaragjøldum:                                                                                4,10 mió. kr.

Koyra 160 bilar í tunlinum sólarringin, verður árliga inntøkan frá bummgjøldum 4,4 mió kr. um prísurin er á leið, sum í Sandoyartunlinum.

Tað eru ivaleyst aðrir fíggingarmyndlar og aðrar linjuføringar. Men felags í langtíðar-haldføris-sjónarhorni er, at tað loysir betur at byggja tunnil, enn ferju.

 

Undirsjóvartunlar og fólkavøkstur

Fólkatalið veksur í økjum, sum hava fingið undirsjóvartunnil. Har ferjur sigla, er gongdin øvug.

Vit kunnu siga, at Kalsoyggin verður flutt hálva øld fram í tíð við undirsjóvarartunli. Við nýggjari ferju verður oyggin uttan iva flutt sama áramál aftur í tíð. - Munurin er ein øld, - ella 100 ár !

 

Bjørn Kalsø

Les eisini: https://nordlysid.fo/tidindi/87833/undirsjovartunnil-i-kalsoynna

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pelagos hevur sett nýggjan stjóra
Konni Kass í Finsen
Sjórættu­rin á føroyskum hondum ólavsøkud…
Føroyskt whisky sum uppliving og ferðamá…
Broytingar í innsavning­ini á Ólavsøku
Steintór og Tríggjar kvinnur
Takkarheilsan í sambandi við Friðargongu…
Nú fellir avgerðin hjá KÍ í Klaksvík
U18 lið í sandflogbólti til undankapping…
Bretska fregattin ST ALBANS vitjar í Før…
Jákup Sverri liðugur við makrel­kanningar
Nýtt kvæðalag hjá Jógvani Andrias Joense…
Friðargonga í kvøld
Upptakt: Radnicki 1923-KÍ
Annika S. Biskopstø virkandi borgar­stjór…
KÍ hevur havt sína dystardag-1 venjing
Frøði hesa ferð
Sethúsaprísir øktir skjótari enn tøka in…
Samlaða eftirlønaruppsparingin 13,2 mia.…
Kunsturin at skjóta út til horna