Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eysturlund - ikki kapping við SEV

SKRIVAÐ: Bakkafrost  |  06.08.2025 - 22:08 Tíðindaskriv Vinna

Dampur sum ídag verður framleiddur við tungolju skal framyvir framleiðast við vindi - nýtslan av streymi frá SEV verður ikki minni.

 

Eysturlund: Ein grøn og framtaksfús loysn kann minka samlaða útlátið av vakstrarhúsgassum hjá Føroyum við upp móti 10%

Seinastu dagarnar hava verið politiskar viðmerkingar um vinnupolitikk og „monopol“ í Føroyum, har Bakkafrost hevur verið nevnt. Vit vilja tí greiða frá, hvat liggur aftanfyri okkara ætlanir ísamband við orkunýtslu og sokallaða grøna orkuskiftið.

Bakkafrost er hvønn dag í altjóða kapping móti útheiminum. Vit eru tilvitað um, at vinnan í Føroyum hevur ábyrgd fyri bæði umhvørvinum og orkutrygdini, og at vit mugu tryggja okkara kappingarføri við at nýta burðardyggar loysnir.

Verkætlanin Eysturlund, sum vit menna saman við Effo, skal veita 60–100 GWh av grønari elorku um árið – tað svarar til ein fjórðing av elframleiðsluni hjá SEV í dag. Ætlanin snýr seg um at skifta olju út við vindorku. Hetta verður ein týðandi loysn, sum minkar munandi um útlátið hjá Bakkafrost og Føroyum samanlagt at røkka orkuskiftinum til lægri útlát.

 

Fakta

Umleið 90% av orkunýtsluni í Føroyum er annað enn ravmagn. Sostatt er hetta eitt týðandi øki sum eisini má umskipast.
Í 2024 framleiddi SEV 271 GWh av grønari elorku, svarandi til 56,6% av samlaðu elorkuni. Tað var ein vøkstur á 18% í grønum orkuframleiðslu í mun til árið fyri. Men ídnaðarligir brúkarar sum Havsbrún og smoltstøðir hava komandi árini tørv á munandi meir el-orku og hetta krevur munandi mongd av nýggjum orkukeldum, um vit skulu tryggja framhaldandi menning.

Eysturlund vil fyrst og fremst loysa avbjóðingingina við dampframleiðslu, sum ídag verður framleidd við tungolju, endamálið er at:
• minka CO₂-útlát frá olju,
• tryggja støðuga og kappingarføra orkuveiting
• stuðla grønu orkuskiftinum fyri alt landið.

 

Burðardyggari matframleiðsla

Bakkafrost hevur í fleiri ár arbeitt miðvíst við at minka um ávirkanina á veðurlagið og menna eina meira burðardygga matframleiðslu. Við átøkum sum betri fóðursamanseting, størri smolt, grøna orku og betraðan rakstur, hava vit longu sæð jaligar broytingar í okkara samlaða útláti. Laksurin er ein orku- og resursueffektiva proteinkelda, og við at framleiða hann við minni útláti, kunnu vit gera eitt munagott íkast til eina meira skynsama og framtíðartrygga matveiting.

Arbeiðið við at binda matframleiðsluna saman við grønari orkuframleiðslu – m.a. ígjøgnum vindorkuverkætlanina Eysturlund – styrkir munandi um okkara leiklut í grøna orkuskiftinum. Hetta merkir, at vit ikki bara minka útlátini í okkara egna virðiskeðju, men eisini stuðla undir eina grøna framtíð fyri alt føroyska samfelagið.

Við hesum átøkum arbeiða vit støðugt móti okkara langfreistaða málið um netto-null útlát og at framleiða laks við so lítlari umhvørvisávirkan sum til ber.

 

Opinleiki og samstarv

Vit skilja, at politiska orðaskiftið hevur ymiskar vinklar, men vit vilja staðfesta: Eysturlund er ikki eitt „monopolátak“, men ein verkætlan, sum byggir á samstarv og ábyrgd. Vit síggja hetta sum eitt beinleiðis íkast til samfelagsgóðu orkutrygdina og eina burðardygga vinnu.

Vit vilja halda fram við at arbeiða opið og í samskifti við bæði politiska myndugleikar og almenningin. Tí grøna orkuskiftið er ikki bert eitt mál hjá Bakkafrost – tað er eitt felags mál fyri okkum øll.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tíð at liva
SF: Í kvøld spæla Nik & Jay á Vágsbø
Hvar er ágrýtnið hjá leiðsluni?
Nik & Jay koma við øllum tí besta
Kom við til eina hugnaliga løtu í Gamla…
Tríggjar stjørnur, tveir kokkar, ein køk…
Tóra var besti leikari í juni
Bragdið hjá Ziska bjargaði 17 av manning…
Eysturlund - ikki kapping við SEV
Opið hús í Betesda á Summar­festivalinum
Hetta var ikki nýtt fyri Klaksvíkar komm…
SF: Eingin spyr meg – eg møti bara upp
Palestina - EINGIN VARANDI LOYSN ?
Steintór vitjar Norðlýsið
Video: Sakaris roynir nakað heilt nýtt
Forvitnis­lig vinnumessa við Tjarnir
Syngið við í Christians­kirkjuni
Hugni við bátabrúgvar­nar í kvøld
KÍ hevur 2-0 leiðslu við til Ungarn
Myndarøð:KÍ vann 2-0 á Neman úr Hvítarus…