Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

KÍ hevur 2-0 leiðslu við til Ungarn

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  06.08.2025 - 00:38 Ítrottur Tíðindi

Fyrri hálvleikur í uppgerðini endaði við 2-0 sigri til KÍ.

KÍ-liðið var effektivt í fyrra hálvleiki, tá René S. Joensen og Páll A. Klettskarð skoraðu eftir álop, har KÍ fekk lagt bóltar innfyri.
Í seinna hálvleiki kom einki mál. KÍ tóktist verða nøgd við 2-0 úrslitið og søkti ikki nógv at málinum, meðan Neman ikki megnaði at skapa nakran málmøguleika í seinna hálvleiki móti væl skipaða verjupartinum hjá KÍ. Í fyrra hálvleiki var Neman í tveimum-trimum førum framvið, men royndirnar raktu ikki málið. Í yvirtíðini kundi Jákup B. Andreasen økt til 3-0, tá Claes Kronberg spældi hann leysan, men royndin fór viðsíðuna av. Helst hevur liðskiparin verið troyttur, tí KÍ-leikararnir tóktust troyttir og fleiri blivu útskiftir í seinna hálvleiki.
KÍ spældi sum heild ein góðan dyst í verjustøða, meðan tað mangan hevur sæð betri út í álopsstøðu, men hesaferð var liðið effektivt og fekk tvey mál uppá fáar møguleikar. Hesaferð vóru bara fimm dagar millum dystirnar og tað hevði kanska sína ávirkan á, at orka ikki var til at leypa meira á í seinna hálvleiki.

Skal KÍ offra B68-dystin?
Nú stendur KÍ-venjarin, Magnus Powell, yvirfyri einum stórum vali til landskappingardystin móti B68 fríggjakvøldið. Hann kann neyvan spæla við sama liði, tí til tað eru leikararnir ov troyttir, tí bara tríggir dagar eru millum dystirnar og vandin fyri skaðum er ov stórur. Og harafturat er ein stórur hópur, sum skal brúkast í slíkum føri.
Óansæð er stórur møguleiki fyri, at dysturin blívur spennandi, ið ein slíkur móti botn 5 hjá KÍ annars undir vanligum umstøðum sjáldan hevur verið síðstu árini, tí tað sóu vit ofta serliga í 2023 runt altjóða dystir, og vit hava eitt fekst dømi frá HB í hesi vikuni, tá HB fýra dagar eftir Brøndby-dystin hevði sera stórar trupulleikar av at vinna á FC Suðuroy. KÍ hevur eina stóra leiðslu í landskappingini, og tí er spurningurin, um besta loysnin hjá KÍ ikki er at raðfesta hvíld, har fleiri leikarar als ikki skulu verða í hópinum, tí møguleikin fyri at brúk verður fyri teimum vegna trupulleikar í dystinum, m.a. til at møguliga ’’jakta’’ eitt úrslit er ov stórur. Við at brúka eykaliðið má KÍ eisini taka váðan sum er, at møguleikin fyri at missa stig blívur stórur við ósamanspældum liði, har leikarar eisini mangla dystarvenjing, eisini hóast talan er um góðar leikarar, sum høvdu byrjað inni á flestu liðum. Venjarin skal taka eitt stórt val, sum kann fáa týdning fyri báðar dystirnar.
Hetta var fyrri hálvleikur í hesi uppgerðini, og KÍ fekk eitt gott úrslit, men av royndum veit mann, at seinni dysturin á útivølli, sum hesaferð verður í Ungarn í 32-36 hitastigum útfrá núverandi forsøgn, kann blíva heilt øðrvísi, og so má tíðin vísa, um 2-0 á heimavølli var nóg gott úrslit. Hesaferð liggur - fyri fyrstu ferð í summar - ein landskappingardystur millum dystirnar og órógvar. Tað verður í øllum førum sera spennandi til avgerandi dystin 14. august, har KÍ spælir fyri at koma í play-off.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hugni við bátabrúgvar­nar í kvøld
KÍ hevur 2-0 leiðslu við til Ungarn
Myndarøð:KÍ vann 2-0 á Neman úr Hvítarus…
Sambands­flokku­rin og monopolið
Listaframsýning
Nik & Jay: Tað verður ein oyggja­rveitsla
Verið varin í ferðsluni, nú skúlarnir by…
Hvør heldur tú hevur uppiborið heiðurin…
Oyggjaleika­nevndin hevur sjálv skapt ein…
Viðmerking til Tórbjørn Jacobsen um eldr…
Her fáast armbond uppá
SF: Vit koma við nógvari orku og gleði
Rætting til Liljuna Weihe
Hanus og Jákup vitja Norðlýsið
Vit eru klár
Føroyar sosialt av sporinum
Meðan meirilutin bíðar eftir “Kommunuætl…
Upptakt: KÍ-Neman
Niðristovugarðu­rin í Varpinum!
Ongir Oyggja­leikir í Klaksvík