
Galdandi pendul-politikkur órógvar føroysku fiskivinnuna nógv
Seinastu 3 valskeiðini hevur tað verið so, at hvørja ferð, eitt nýtt landsstýri tekur við í Tinganesi, verður gildistíðin av fiskirættindum broytt markant. Johnny í Grótinum vísti í Fiskivinnutinginum í Varpinum á, at ongi onnur lond gera soleiðis, tí at tað órógvar vinnuna ov nógv og óneyðuga. Og tá tað kemur til fígging, gongur tað hart út yvir vinnuna, at reiðarí og fíggingarstovnar hava hesa politisku óvissuna at hugsa um. Millum annað ger føroyska politiska óvissan, at rentan verður væl hægri.
Undir samgonguni 2015-2019 varð avgjørt, at fiskirættindi vórðu latin fyri í mesta lagi 8 ár fram í tíðina. Summi uppboðssølurættindi høvdu tó 1-ára gildistíð og 3-ára gildistíð. Tá so ein nýggj samgonga kemur til í 2019, so leingir hon fiskirættindini til 12 ár, sum vinnan sigur seg kunna liva við. Skipanin er ”rullandi”, skilt á tann hátt, at á hvørjum ári verða tey longd við einum ári, soleiðis at vinnan altíð veit, at/um hon hevur rættindini í í minsta lagi 12 ár fram.
Tá so eitt nýtt Landsstýri tekur við í 2022, verður rullandi skipanin avtikin. Fiskimálaráðharrin, sum tá var Dennis Holm, skjýtur ikki upp at leingja loyvini, og tí styttast tey niður í 11 ár í 2023 og til 10 ár í 2024. Tann 28. apríl í ár kom so fram, at núverandi samgonga vil stytta gildistíðina niður aftur í 8 ár, eins og tey vóru, síðst sama samgonga sat. Soleiðis hevur kotyman verið, at ein sitandi samgonga bakkar fiskivinnupolitikkin hjá undanfarnu samgonguni aftur.
Ongi útlit eru – tíverri fyri vinnuna – fyri, at hetta verður broytt. Núsitandi samgonga hevur nevniliga enn ikki bakkað gildistíðina heilt aftur til tey 8 árini, hon var í 2018-19. Men hon hevur boðað frá, at tað fer hon at gera. At bakka politikkin hjá ”hinum” aftur er sostatt ikki bara nakað, man hevur gjørt higartil, men nakað sum politikararnir siga, at teir eisini ætla sær at gera framyvir. Og tí verður gildistíðin aftur sett niður á 8 ár í næstum.
Óstøðugir og ókendir karmar = politisk óvissa
Soleiðis sveiggjar pendulið aftur og fram. Við tí førda fiskivinnupolitikkinum má føroyska fiskivinnan liva við, at ein broyting av manningini í Tinganesi merkir eina størri broyting av gildistíðini av teirra fiskirættindum.
Hetta fyribrigdið nevndi Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, ”politisk óvissa”. Vinnan hevur fleiri óvissur at fyrihalda seg til. Ein er tann biologiska ella lívfrøðiliga óvissan, har fiskastovnarnir minka og vaksa. So er ein fíggjarlig óvissa, ið hevur við sveiggj í fiskaprísum at gera. Hesar báðar óvissur hava øll fiskivinnusamfeløg. Men so hava vit í Føroyum eisini eina óvissu omaná, ið er tann politiska óvissan. Politiska óvissan í Føroyum er, at gildistíðin av fiskirættindum er tengd at, hvørjir persónar tað eru, ið sita í Landsstýri og í meirilutanum á Løgtingi júst tá.
Er bæði dýrt og ótrygt
CEF-samgongan ásetti sostatt 8-ára gildistíð, ABH-samgongan rullaði alla ta fiskivinnunýskipanina aftur og longdi til 12-ára rullandi loyvi, og so kom CEF-samgongan til aftur og avtók fyrst rullandi loyvini og ætlar nú eisini at bakka aftur til 8 ár, sum tað var, seinast tey sótu. Og verður næsta samgongan borgarlig, so verða rættindini helst longd aftur, kunnu vit vænta.
Hesin fiskivinnupolitikkurin, sum Føroyar hava havt síðstu 10 árini og enn hava, ger, at tað ikki er gjørligt fyri aktørar í fiskivinnuni at fara í ein banka og vísa á, at teir hava fiskirættindi í minst t.d. 12 ár fram, og at tað tí er eitt nokkso trygt lán, sum biðið verður um. Fyri nýggjar aktørar ger pendul-fiskivinnupolitikkurin, at tað er sera torført fyri teir at koma inn á banan, m.a. tí vit hava hesa politisku óvissuna, har gildistíðin bert er kend eitt valskeið fram í tíð, hvareftir hon antin verður longd ella stytt við fleiri árum.
Og fyri verandi aktørar, sum biðja um fígging, ger føroyska fiskivinnupolitiska óvissan, at teir mugu gjalda hægri rentu, tí óvissan í fiskivinnupolitikkinum viðførir, at lánini mugu vera váðafús. Og tess størri váði, tess hægri gerst rentan.