Lýsing
Lýsing
Lýsing
Norski ríkmaðurin Kjell-Inge Røkke var í gávuhýri, tá hann var í 50-ára-floksveitslu leygarkvøldið. | Mynd: Hanna Kristin Hjardar/E24.

Stovnar 500-milliónagrunn eftir floksveitslu

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  21.08.2025 - 17:20 Tíðindi Vinna

Norski ríkmaðurin Kjell-Inge Røkke var í gávumilda lagnum til eini floksveitslu í Molde um vikuskiftið. Púra óvæntað kom hann við eini gávu upp á 500 milliónir norskar krónur til gomlu floksfelagar sínar frá Bekkevoll-miðnámsskúlanum, tá flokkurin helt floksveitslu leygarkvøldið. Millarderurin letur floksfeløgarnar avgera, hvussu peningurin skal nýtast.

Røkke, sum sambært Kapital hevur eina ogn upp á 35,5 milliardir norskar krónur, fer at stovna ein nýggjan grunn, sum fær 20 milliónir NOK árliga í 25 ár, skrivar Romsdals Budstikke. Grunnurin fær navnið „Møguleikagrunnurin / Endaflokkurin 1975 við Bekkevoll Miðnámsskúla“. Gomlu floksfelagarnir hjá Røkke verða viðstovnarar og fáa ávirkan á, hvussu peningurin verður brúktur.

Peningurin skal fara til átøk í Molde og økið rundanum, grundað á „sunn, góð og positiv virði“. Tað kann eitt nú vera stuðul til eldradeplar ella onnur samfelagsnyttug endamál, men ikki til einstaklingar ella vinnulív. Røkke sigur: – ”Flokkurin frá 1975 er ein tvørskurður av fólkinum demografiskt, vitanarliga og í hugburði. Hetta fer at hava samfelagsliga ávirkan og hjálpa fleiri”.

Síðani 2006 hevur Røkke latið 1,1 milliard krónur til samfelagsgagnlig endamál. Hann er limur í The Giving Pledge, har rík fólk binda seg til at lata minst helvtina av ogn síni burtur.

Boðin í 50-ára hátíðarhald

Mikudagin skrivaði E24 um floksveitsluna hjá Røkke í Molde hetta vikuskiftið. Orsøkin var, at tað í ár eru 50 ár síðani, at flokkur hansara varð liðugur í Bekkevoll Miðnámsskúla í Molde. Eisini fyrrverandi næmingar frá Bergmo-miðnámsskúlanum eystanfyri í býnum vóru boðin í veitsluna.

Røkke tók sær sjálvur av rokningini fyri stóru floksveitsluna. Áðrenn tað høvdu 160 næmingar og lærarar játtað at koma. Veitslan leygarkvøldið varð hildin á Romsdalssavninum í Molde.

Fyri einum mánaði síðani varð eisini kunngjørt, at Røkke næsta ár skal luttaka í heimsins harðasta sleðuhundakapping, Iditarod. Samstundis varð greitt, at millarderurin fer at lata 25.000 dollarar í stuðli til fyriskipararnar og gjalda helvtina av luttøkugjaldinum hjá teimum, sum vilja luttaka, hækka vinningarnar og lata stuðul til bygdirnar, sum sleðukappingin vitjar, skrivar VG.

Kjell Inge Røkke hevur í mong ár verið millum tey ríkastu í Noregi. Røkke er størsti eigari í ídnaðarfelagnum Aker, sum eigur stórar partar í feløgum sum Aker BP, Aker Solutions, Solstad Maritime, Aker Biomarine og Akastor. Nýliga gjørdist Aker eisini stórur partaeigari í ognarfeløgum. Í 2021 hevði Røkke eina skattliga ogn upp á 17,8 milliardir krónur og var næstríkastur í Noregi. Ognin hvarv síðani úr norskum skattalistum, tá Røkke flutti til Schweiz.

Kjell-Inge Røkke vaks upp í eini ídnaðarfamilju í Molde. Karrieran byrjaði, tá hann tjenti pening upp á fiskiskap og umbygging av skipum í USA tíðliga í 1980’unum. Tá hann kom aftur til Noreg í 1990’unum, tók hann yvir leiðsluna í Aker og hevur stýrt millardafelagnum síðani.

Kelda: https://e24.no/naeringsliv/i/0V28OB/oppretter-fond-etter-klassefest-skal-dele-ut-500-millioner

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…